Sølvi var meistari fyri stórum skrædli í Sarpugerði

Eftir fínt avrik í 20 minuttir legði 07 Vestur seinnapartin rygg til stórt tap á útivølli ímóti Víkingi

Málskjúttarnir hjá Víkingi í 6-1 heimasigrinum ímóti 07 Vestur fegnast: Ingi Jonhardsson, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen, Martin Klein Joensen og Sølvi Vatnhamar

Tað var einki, sum fyrra partin av fyrra hálvleiki bendi á, at 07 Vestur skuldi fara úr Sarpugerði í Gøtu við stórtapi. Men soleiðis varð tað. Í ein stóran hálvan tíma skoraði Víkingur fýra mál, og eftir 3-0 í fyrra hálvleiki endaði tað við 6-1 heimasigri. Málið hjá gestunum stútaði miðverjin Daniel Obbekjær eftir horna úr høgru, tá ið heimaliðið var frammanfyri 6-0.

 

Fyrsta stóra korterið og meiri enn tað, fleyt samanspælið væl hjá 07 Vestur, sum spældi seg til málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í netið. So skoraði Víkingur trý mál í 20 minuttir, og gestirnir fullu fullkomuliga í fátt.

 

##med2##

 

Bergur Gregersen setti hol á úr spískum í vinstru, tá ið bólturin tók í handara stólpan og fór í málið, og so átti Sølvi Vatnhamar, sum júst er valdur at vera besti spælarin í juni og juli, uppleggini til fýra  tey næstu málini, sum Martin Klein Joensen, Arnbjørn Svensson og Martin Klein Joensen skoraðu. Tey hjá Martini vóru úr stuttari fjarstøðu, og tað hjá Arnbjørn var við skoti úr 18 metrum.

 

##med3##

 

Ingi Jonhardsson økti til 5-0, og aftur tá var tað Sølvi Vatnhamar, sum átti uppleggið. Sølvi Vatnhamar var av álvara dagsins maður, og toppskjúttin skoraði sjálvur 6-0 málið, tá ið hann var fyrstur á returbólti.

 

##med4##

 

Fyri 07 Vestur kom tað illa við, at Ronni Møller-Iversen sá beinleiðis reytt kort í seinna hálvleiki. Hann verður harvið leikbannaður, tá ið 07 Vestur um eina viku fer at spæla ímóti B68.

 

##med5##

 

Víkingur – 07 Vestur 6-1 (3-0)

 

1-0: Bergur Gregersen 20.

 

2-0: Martin Klein Joensen 31.

 

3-0: Arnbjørn Svensson 41.

 

4-0: Martin Klein Joensen 50.

 

5-0: Ingi Jonhardsson 52.

 

6-0: Sølvi Vatnhamar 73.

 

6-1: Daniel Obbekjær 81.

 

Dómari: Eivind Bodding

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen (Ari Olsen, 63.), Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen (Finnur Justinussen, 63.), Noah Mnenéy, Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson (Olaf Bárðarson, 63.) – Arnbjørn Svensson, Martin Klein Joensen (Andreas Lava Olsen, 63.)

 

##med6##

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Martin Tausen (Dánjal Pauli Lervig, 46.), Ári Arge (Eiler Fróðason, 83.), Rasmus Knudsen (Julian Mouristen, 83.) – Jaspar Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen (Jón Í Horni Nielsen, 66.), Jóannis á Steig (Teitur Olsen, 46.) – Ronni Møller-Iversen, Mads Borchers

 

Reytt kort: Ronni Møller-Iversen 76. (beinleiðis reytt)

 

##med7##

 

Málskjúttarnir hjá Víkingi í 6-1 heimasigrinum ímóti 07 Vestur fegnast: Ingi Jonhardsson, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen, Martin Klein Joensen og Sølvi Vatnhamar