Søtur sveisiskur sigur á Serbia

HM 2022: Sveis er víðari saman við Brasil, sum óvæntað tapti fyri Kamerun

Í kvøld bleiv seinasti bólkurin í bólkaspælinum avgreiddur. Brasil hevði vunnið sær víðari luttøku undan dystinum móti Kamerun, meðan Sveis við sigri á Serbia var víðari við vissu.

 

Tað var málrok og rok í dystinum millum Sveis og Serbia. Blóðið var til tíðir heitt og dómarin gav ikki færri enn 11 gul kort í dystinum, sum Sveis vann 3-2. Sveis kom á odda, men var eisini eitt skifti aftanfyri 2-1.

 

Brasil hevði fleiri av eykaspælarunum við frá byrjan. Tað sást aftur á spælinum. Kamerun vardi vl og teir fingu ein veruligan málmøguleika í seinna hálvleiki. Hann stútaði kraftmikli áleyparin, Vincent Aboubakar, vakurt í málið. Í gleðisrúsinum tók hann troyggjuna av og fekk sítt seinna gula kort.

 

##med2##

 

Bólkur G:

 

Serbia - Sveis 2-3 (2-2)

 

Kamerun - Brasil 1-0 (0-0)

 

1. Brasil 6 stig

 

2. Sveis 6

 

3. Kamerun 4

 

4. Serbia 1