Søvndal til Føroya

Mánadagin 26. august kemur danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal til Føroya á hansara árligu arbeiðsvitjan.

 

 

Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann. Á skránni fyri fundin er m.a. sildatrætan og handilstiltøkini hjá ES, umframt Arktiska Ráðið og ynski um føroyskan limaskap heimshandilsfelagsskapinum, WTO. 
 

Á ferðini skal uttanríkisráðharrin eisini hitta løgtingsins uttanlandsnevnd. Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur týsdagin 27. august.