Fía er er dóttir Margrethu F. Sørensen úr Innistovu í Hvannasudni og Jústa Justesen, vanliga nevndur Jústi í Depli.
Fía var elst av 6 systkjum, men hon kom ikki at vaksa upp saman við teimum. Tav bert ársmál millum tey fýra elstu, og longu tá hon júst var komin yvir stetlingsaldur, kemur hon út til Viðareiðis til Jóhonnu og Daniel Johannes joensen uppi við Garð. Jóhanna var abbasystir hennara, systir Andreas Sørensen bónda í Innistovu í Hvannasundi. Jóhanna og Dáli og tey 4 systkini gjørdust so góð við hana, at tey vildu hava hana at vera verandi. Og hon var bert stutt skifti inni í Sundi, og so kom hon útaftur og vaks upp sum Fía hjá Dála.
Tað sá annarleiðis út uppi við Garð tá. Gamli vegurin varð brúktur, og húsini Niðri í Húsi, Í Frammistovu, á Millaðnum, í Lánni, Eysturi á Gili og hjá Póli á Millaðnum stóðu øll uppi tá.
Her vaks Fía upp, sleit sínar barnaskógvar og gekk øll árini í skúla hjá Poul Enok Hansen niðri á Bakka. Og brátt var hon álitið hjá teim gomlu. Systkini vóru gift, búðu ikki her longur.
Tey høvdu kúgv, fenað og torvið skuldi eisini fáast til høldar. Og mangan strævnan dagin hevði hon inni í Dølum bæði fyri tey gomlu og seinni fyri hennara egna húskið at bera burtur, seta upp, miðskifta, kynda upp í eldar og at enda bera inn í krógv og so seinni laða í búðhjallin. Sama við hoynanum. Hon hoyggjaði tá hoyveður var og kylti so upp um kvøldarnar. Og hon var dúglig roytingarkona. Hon fór at tæna í Onagerði hjá Akseli og Benadiktu, og vinalagið við Benadiktu er eins gott enn; tær hava tíðum vitjað hvørja aðra. Hon tænti eisini í Havn o.a.
Fía giftist við Hanus Lind Sørensen, Hanusi hjá Hannufíu og Tummas Jóhan. Tey búðu fyrstu árini í Uppistovu í Follindi og seinni uppi hjá Dála. Í 1948 keypa tey húsini hjá Jákup hjá Trónda Niðri á Bakka, sum tá hevði bygt í gerðinum eysturi í Eiðsvík nærindis Kyrjarheyggi. Hanus sigldi øll árini, tey vóru á Viðareiði og var bert heima um vetrarnar, tey seinastu árini við Atlantsfarinum.
Í 1959 flyta tey inn í Sund at búgva. Hanus tekur tá við sum arbeiðsformaður í fiskahúsinum hjá Kjølbro eftir verpápan, Jústa í Depli, sum legði frá sær.
Tey keypa húsini í Sandarabug, sum Andrias hjá Mortani bygdi. Men Hanus doyr longu í 1964, bert 45 ára gamal, á fjalli í Áardali. Og Fía hevur sitið einkja síðani.
Fía og Hanus fingu trý børn; Andreas, sum býr í Hvannasundi, Hallgerð, sum býr í Havn og Bjørg, sum býr í Keypmannahavn. Ommubørnini eru 10 í tali, langommubørnini 8, og hon er olduromma at 1 barni.
Nakað eftir, at Hanus var deyður, bygdi Andrias í Gerðinum norðan fyri Sandarabug, og har hevur Fía búð síðani; tey hava hvør sína íbúð. Tó í nøkur ár búði hon á Frederiksberg í Keypmannahavn, tá búðu báðar døturnar niðri.
Tað, sum hevur eyðkent Fíu er, at hon dugir so frálíka væl at umgangast fólk, og vinaskarin er tí eisini rættiliga stórur. Fólk flykkjast um hana. Vildi tú hitta kend fólk ta tíðina, hon búði í Frederiksgade, ja so var bert at fara inn á gólvið hjá Fíu, so hitti tú bæði yngri og eldri bæði av Viðareiði og úr Hvannasundi. Og tað sama er fyri eystan Múlan, tú kemur framvið, steðgar á, støkkur inn á gólvið og sær hana standa við kannuni og skeinkja vinfólkum ein heitan munn, ella hon situr við onkrum plaggi oat gera liðugt, meðan hon prátar við gestirnar. Og ikki minst tey yngru ættarliðini vitja hana, jú, omman og langomman er teimum góð. Tá Fía fylti áttati, var stórur føðingardagur í Hvannasundi. Hesaferð var hon burturstødd. Men sum tann fólkamagnet Fía er, so ivist eg ikki í, at fjøld av fólki hevði møtt upp at heiðra henni.
Hjartaliga tillukku!
Tøkk fyri árini, ið farin eru, Fía, og hav blíðan byr.
Michael