Tvífaldi málskjúttin á KÍ steypavinnaraliðnum Sofía Purkhús vildi ikki hoyra talan um, at tað var hon, sum hevði æruna av, at steypið enn eina ferð er á veg til Klaksvíkar - fyri 10. ferð.
- Eg spæli á einum so sera góðum liði, og tá ið so er, so er tað lætt hjá mær at liggja heilt har frammi og seta bóltin í málið, segði Sofía Purkhús.
Hon helt, at tað var nógvur fjáltur á fyrstu løtuna, men at tað nú er gloymt, nú sigurin er komin til høldar.
-Serliga síðsta korterið haldi eg, at tað var munur á liðunum. Eg haldi, at tað vísti seg soleiðis, at vit orkaðu betri enn tær, helt Sofía Purkhús.
Hvussu kom seinna málið?
-Elsa Maria sendi horna innfyri, og bólturin datt fyri føturnar á mær. Hann kom í bibburnar og rullaði so í málið, segði tvífaldi málskjúttin hjá KÍ.
KÍ liðformaðurin Malena Josephesen segði seg alla tíðina vera vísa í, at tað fór at eydnast at vinna, eisini tá ið B36 hevði javnað til 1-1.
-Vit høvdu betri tak á spælinum, og vit høvdu so nógv fleiri málmøguleikar enn B36, segði Malena Josephsen, sum heldur tað vera eins stuttligt at vinna hesa ferð, sum tað hevur verið allar tær undanfarnu ferðirnar.
B36 liðformaðurin Anja Weyhe ásannaði, at tað serliga var síðstu løtuna, at tað var munur á liðunum, og at tað var torført hjá B36 at svara aftur, eftir at KÍ hevði lagt seg á odda 2-1.
-Vit hava eitt óroynt lið, og eg haldi, at vit orduliga spældu fyri møguleikanum at vinna. Eg eri stolt av liðfeløgunum, segði B36 liðformaðurin.