1. partur
Abbi Sofus í Gøtu var Ole Gregersen (1851-1929), kallaður Ólavur í Guttastovu. Hann var sonur Johanne Olesdatter (1827-1907), ættað úr Fuglafirði og Gregorius Davidsen (1825-1863) úr Syðrugøtu.
Omman var Petra Maria Husgaard (1854-1914.) Sum navnið sigur, var hon av Húsgarðættini, sum sat og situr við størsta festinum í Gøtu. Foreldur hennara vóru Anna Sofia Weihe (1822-1906) ættað úr Søldafirði og Elias (Líggjas) Petersen f. 1819 úr Syðrugøtu.
Óli og Petra fingu 11 børn. Tey flestu av teimum giftust og fingu aftur nógv børn, so í dag er eitt “ótal” av eftirkomarum eftir teimum báðum. Her kann vera nevnt, at ein onnur grein av Gregersenættini í Gøtu er frá beiggja Óla, Hans David. Gregersenættin í Klaksvík er ein triðja grein.
Børnini hjá Óla og Petru vóru:
1. Johan Salomon (1876-1938), pápi Sofus. Hann giftist við Julionnu Frederikku Lervig f. 1883 úr Lorvík. Tey fingu seks børn.
2. Anna Sofía Elisabeth (1878-1961) giftist til Norðagøtu við Tummas Hans Hansen, hjá Jóan Petur. Tey fingu fimm børn.
3. Gregers (1880-1903) gekk burtur við Cyclone, sum hvarv í góðum veðri úti á Bankanum í 1903 við 16 monnum, av teimum vóru fleiri úr Gøtu. Hildið varð, at teir máttu hava verið ásigldir.
4. Johanna Katrina (1881-1964) giftist yvir á Skála við Petur Kristian Rasmussen. Tey fingu ikki færri enn 13 børn. 12 av teimum giftust og fingu børn. Tað er ikki ringt at rokna út, at tey “eiga” stóran part av Skála og nógv afturat.
5. Elsa Maria (1884-1900) gjørdist bert 15-16 ár.
6. Anna Malena (1885-1971) fekk Oluffu í 1907 saman við Christian Sofus Eskild Olsen úr Klaksvík Anna Malena giftist ikki og fekk tískil ikki onnur børn. Oluffa giftist við kenda skiparan Óla Hans Olsen frá Gøtugjógv. Tey fingu átta børn, sum øll eru gift og eiga børn. Her er eisini ein stór ætt.
7. Líggjas (1886-1886) fekk eitt heilt stutt lív
8. Elia (1887-1967) giftist við Dánjal Paula Poulsen av Skipanesi. Tey fingu sjey børn. Ein dóttir teirra, Petra, giftist til Gøtu og fekk eisini nógv børn.
9. Joen Elias (1891-1965) giftist við Sofíu Jacobinu f. Poulsen úr Syðrugøtu. Tey fingu átta børn.
10. Magdalena (1894-1969) giftist til Norðagøtu við Tummas Jákup Thomsen á Geilabø, ættaður úr Blásastovu í sama grannalagi. Tey fingu 13 børn.
11. Joen Pauli (1897-1964) giftist við Sáru Malenu Frederikku f. Simonsen úr Jørundstovu í Norðragøtu. Tey fingu fimm børn.
Tað vóru bert tvey av børnum, sum fluttu úr Gøtu. Tí er ættin í Gøtu eisini so stór.
Tað kann róliga sigast, at henda ættin hevur sett sítt fingramerki á føroyska samfelagið á nógvum økjum, og tað fer at verða komið inn á onkur teirra.
Fyri oman Oyruna
Sofus er fyri kortum farin á Eysturoyar Ellis- og Røktarheim. Men annars hevur hann alla sína tíð búð í barndómsheiminum hjá honum og pápa hansara fyri oman Oyruna miðskeiðis í gomlu Syðrugøtu. Sofus giftist við Zelindu Jacobsen f. 1920 úr Norðragøtu. Hon var dóttir Onnu Louisu og Johan David Jacobsen, sum komið verður aftur til. Tey fingu trý børn, Julionnu, Áshild og Salomon.
Systkin hjá Sofus vóru:
Óli (1907-1916) doyði av eftirsjúku av meslingum.
Erika (1909-1962), sum giftist við Høgna Lómstein, ættaður úr Norðragøtu. Tey fingu 10 børn.
Petra (1912-2009), sum giftist við Johannes Samuelsen í Horni í Havn. Tey fingu fýra børn.
Hanna (1914-1993), sum giftist við Leon Joensen úr Norðragøtu. Tey fingu fimm børn.
Óli (1919-1970) giftist við Katrinu Thomsen úr Syðrugøtu. Tey fingu fýra børn.
Esther (1922-2009). Hon var ógift og búði alla sína tíð í barndómsheiminum saman við Sofusi og hansara. Hon var tó seinastu árini á Ellisheiminum í Runavík.
Tey upprunaligu húsini Fyri oman Oyruna vórðu niðurtikin í 1924, tá vóru verandi hús bygd á grunduna. Hetta gekk skjótt fyri seg. Sofus minnist, at hann kom úr skúla, og tá vóru húsuni burtur. Tá fóru tey til pápabeiggjan Jóan Paula at búgva til nýggju húsini vóru klár at fara í.
Sofus minnist ikki ommuna Petru. Men hann minnist væl abban, Óla. Hann bleiv blindur 50 ára gamal. Hann var so óførur at spinna, og hetta kundi hann framvegis gera.
Upprunahúsini fyri oman Oyrunu vóru smá, sum hús vóru tá. Hoyggjhús varð bygt uppí húsið. Tað gekk bert ein kúgv inn í kjallaran. Táið ein kúgv kom afturat rendi hon seg uppundir loftið, og tá máttu gerast eitt rúm til hana í hoyggjhúsinum.
Í sethúsunum vóru serligar dyr til tey “fínu” fólkini, sum fóru beinleiðis inn í stovuna, sum var í norðara enda. Eitt kamar omanfyri stovuna var til gestir.
Anna Malena, fasturin, var ófør at veva. Hetta var bæði til húsbrúk og til dømis vevaði hon eisini kot fyri fólk. Abbin spann, og hon vevaði. Tað eru kanska ikki øll sum vita tað, men tað er øðrvísi snúður í tógnum til binding og veving.
Barndómurin hjá Sofusi hevur verið nakað tann sami, sum hjá øðrum børnum um hesa tíðina, og greiðir hann frá:
Sjógvur dró sum hjá so nógvum øðrum. Størsti áhugin var var at sleppa at fiska.
Mammu dámdi ikki, at vit fóru á seiðaberg. Henni dámdi nógv betri, at vit fóru við báti. Hon helt vist, at tá var minni vandi fyri at vera áhaldsin og fara á sjógv.
Eg og Hanna systir plagdu at fara við bát út við Løgdalsá við tráðu, har vit kundu fáa reyðfisk.
Vit plagdu eisini at stinga fliður. Tað var so nógv til, at onkur seldi til agn,.
Har tað er hjartarúm..
Húsið hjá Óla og Petru, ommu og abba Sofus, var eitt gott dømi um, hvussu familju-og sosiala skipanin virkaði í gomlum døgum. Tann berandi í hesi frásøgnini hevur verið omman Petra, sum hevur verið eitt rættiligt konubrot og eitt stórt menniskja. Avrikið verður ikki minni av, at maðurin Óli sum sagt sat blindur í nógv ár.
Johan Salomon og Julianna giftust inn til teirra. Her búðu frammanundan eldri skyldfólk. Tey fingu sítt fyrsta barn, Óla, í 1907. Inni har búði eisini systirin Anna Malena við dóttrini Oluffu, sum eisini var fødd í 1907.
Í 1906 fekk kona Jógvan á Lakjuni ein son, Olivur. Vegna umstøðurnar heima kom Jógvan og spurdi, um ikki sonurin kundi vera hjá teimum fyribils. Tað var so gamaní. Men umstøðurnar gjørdu, at Olivur var verandi, og gjørdist hann sum eitt av systkjunum hjá Johan Salomon og teimum, hóast hann eisini hevði samband við síni foreldur og systkin. Hevði tað verið í dag, hevði Almannastovan skulla verið við í leikinum við málsviðgerarum og sálarfrøðingum. Men her fekk Olivur eitt nýtt heim uttan nakað roks. Tískil vóru í 1907 tríggjar vøggur í húsinum í senn!
Olivur varð fullkomiliga roknaður sum ein partur av húskinum. Hann gjørdist gubbi fostursystrina Esther og systkinabarnið Petru (Arge) hjá Jóan Elias.
Í fólkateljingini í 1911 sæst, at tá vóru tey 13 fólk í húsi. Tá høvdu Johan Salomon og Julianna fingið fleiri børn. Afturat hesum var nú eisini Elia, systir Johan Salomon gift inn, og hevði fingið sítt fyrsta barn, so her hevur verið rættiligt hjartarúm. Árið eftir í 1912 verður Petra fødd.
Seinni í hesum parti verður greitt frá Grækaris á Gørðum, sum var ein skyldmaður. Tá ið Grækaris doyði í 1890 flutti konan Malena og dóttirin Súsanna inn til teirra. Dóttirin var brekað, og tær báðar búðu hjá teimum alla sína tíð. Dóttirin skuldi vera sálarliga brekað, og bygt var henni eitt lítið rúm í roykstovuni, so hon ikki gjørdi skaða uppá seg sjálva ella onnur. Súsanna doyði í 1893, 33 ára gomul.
Grakaris var belisin maður. Sofus minnist, at nógvar bøkur hjá honum vóru inni hjá teimum.
Grækaris hevði tann trupulleika, at hann dugdi ikki at drekka. Hann doyði í brúdleypinum, tá Nella giftist upp aftur við Peter Jakku. Grækaris hevði eina mørk í jørð. Hon fygldi møðgunum og er framvegis í húsinum Fyri oman Oyruna.
Tað verður eisini sagt um hana, at tá brúk var fyri hjálp í bygdini, vórðu boð send eftir Petru. Maðurin Óli hevur eisin havt virðing fyri konuni. Tá í tíðini var ikki vanligt, at konan varð spurd um nakað sum helst. Petra Arge greiðir frá, at tá ið kona Grækaris spurdi Óla um hon og dótturin kundi koma til teirra, tá mátti hann fyrst spyrja konuna! Og tað var sum skilst gaman í.
Familjan er sera hørm um, at tey vita so lítið um Petru, hetjuna í hesi søgu. Táið Gregersenættin skuldi hava ættarveitslu í 1997, fanst eingin mynd av Petru. Men hon væl og virðiliga uppkallað av børnunum.
Olivur var feigur
Fosturbeiggin Olivur fekk eina serliga lagnu. Hann var fiskimaður. Einaferð hann kemur til Havnar, leggur fostursystirin Petra, sum búði Havn, til merkis, at hann hevði eitt kuffert við sær. Eingin fekk at vita hvat var í kuffertinum.
Seinni kemur Petra eftir, at hann hevur verið á Heimavirkinum og selt síni føroysku klæði. Hetta undraði, tí tað var heilt óvanligt at selja síni føroysku klæði. Konufólkið í húsinum høvdu gjørt klæðini uppá hann, og Petra hevði sjálv broderað vestin.
Síðan fer Olivur til Íslands at arbeiða. Einaferð í 1944 ger hann avtalu við eitt føroyskt skip um at sleppa heim til Føroya við teimum. Hann kemur umborð, men fer so í land aftur onkur ørindi. Orsakað av onkrari misskiljing, er skipið farið, tá Olivur skuldi koma umborð aftur. Men skaðin var ikki tann stóri, tí hann kundi sleppa heim við “Verdandi” í staðin. Men “Verdandi” kom ongantíð fram! Tá komu tey sjálvsagt at hugsa um, at Olivur má hava kent á sær, at hann var feigur, tá hann seldi síni føroysku klæðir! Uttan at vita um alt hetta, hevði Petra marru í dreymi viðvíkjandi Olivur um sama mundi, sum Verdandi hvarv.
Pápin við til at stovna Føroya Fiskimannafelag
Pápi Sofus var upprunaliga fiskimaður, men tá hann fekk hesa mørkina í jørð, varð hann meira heima. Mørkin hevði 40 áseyðir og gjørdi hetta fittan mun til húsarhaldið.
Johan Salomon var ein av teimum 24 gøtumonnum, sum í desember 1910 tóku fyrsta stig at stovna Føroya Fiskimannafelag. Tað sama var Jóan Elias beiggi hansara. Millum aðrar stovnararar vóru annars Jóan David Jacobsen, sum seinni gjørdist verfaðir Sofus og beiggjnir hjá Onnu Louisu vermammuni, Óla Jákup og Jógvan Zachariassen. Hetta stig førdi til, at FF varð stovnað í november 1911.
Johan Salomon var ein av teimum mongu føroyingunum, sum róðu út á eysturlandinum í Íslandi. Hann var nógv í Borgarfirði norðanfyri Seyðisfjørðin. Hann var við tí, sum varð kallað Stóra Kompaní. Vanliga vóru tað bygdarmenn, sum vóru í felag, men her vóru tað menn úr ymiskum bygdum.
Tað hevur staðið ein mynd í bløðunum av “Stóra Kompaní.” Á hesi mynd vóru 23 mans. Teir flestu vóru av Strondum og Gøtu. Menn vóru eisini við úr Lamba.
Onkur av Strondum stóð fyri tí. Um onkur veit meira um Stóra Kompaní, vilja vit fegin frætta.
Gøtumenn, sum Johan Salomon annars róði út saman við, vóru Líggjas hjá Hendrikki, sonur hansara Hans Andreas Husgaard, og eisini Sámal Jákup á Toft.
Sofus var á hesum leiðum í 1985 á einum túri við prestinum Peter Andrew Petersen. Tá varð vitjað á teimum gomlu útróðrarplássunum hjá føroyingum. Hetta var sera áhugavert.
At hetta framvegis hevur áhuga hjá føroyinum sást á túrinum, sum Smyril Line gjørdi nú í heyst á slóðini hjá føroyskum fiskimonnum á Eysturlandinum.
------
Grækaris á Gørðum:
Ein sjáldsamur gøtumaður
Sofus Gregersen hevur havt eina mørk í jørð, sum nú sonurin Salomon hevur fest. Henda mørkin kemur frá Grækaris á Gørðum, sum eisini var skyldmaður Sofus. Tá ið Grækaris doyði, fluttu konan og dóttirin inn til til ommu og abba Sofus, og jørðin fylgdi við. Tað kann tí eisini sigast, at Grækaris er ein partur av søguni hjá Sofusi
Høvuðskeldan til hesa frásøgn er ein uppgáva, sum Joan Isaksen úr Norðragøtu gjørdi, tá ið hon gekk á læraraskúla í 1991. Hennara keldur vóru Arnleyg Jacobsen, Elinborg Solmunde og Petra Arge, allar ættaðar úr Syðrugøtu.
Gregorius Johannesen, vanliga nevndur Grækaris á Gørðum, var føddur í Syðrugøtu 7. mai 1822. Hann var sonur Onnu Mariu Johannesdatter og Johannes Johannesen. Johannes var beiggi Fuglafjarða Jógvan og Jákup Troll, sum báðir giftust til Trøllanesar. Ein beigggi var Ole Johannesen (1780-1863), sum var abbi Óla Gregersen. Abbi hesar brøðurnar var Ole Jacobsen, bóndi í Tjørnustovu (1714-1797. Hann var giftur við Barbaru Simonsdatter (1723-1790) av Blankaskála.
Johannes, pápi Grækaris, kom til festið í Bartalstovu, sum var ein mørk, sum upprunaliga hevði verið partur av Lækjufestinum. Johannes. gekk burtur við seiðabátinum 2. februar 1826, tá ið Grækaris var 4 ára gamal.
Tað, sum hendi, var, at bóndirnir í Gøtu høvdu verið úti í Nólsoy eftir seiði. Teir høvdu lastað bátin, og bíðaðu eftir einum av manningini. Hann kom loksins við sekkum av korni, sum hann eisini vildi hava við. Hetta gjørdi vist tað, at báturin varð ov tungt lastaður.
Tískil vóru teir ov seinir á sjóvarfallinum. Teir vóru komnir rættuliga langt ávegis, men beint uttanfyri Mjóvanes var streymurin so harður, og báturin holvdist. Fleiru bøndur í Syðrugøtu umkomust í hesi vanlukku.
Giftist við fastur Fríðrik Petersen
Í 1851, 31 ára gamal, giftist Grækaris við Malenu Petersdatter innan úr Bø, Klakksvík. Hon var fastur próstin Fríðrik Petersen, og var av somu ætt sum Grækaris. Tey búsettust uppi á Gørðum í Syðrugøtu, sum er á leið, har nýggi býlingurin í Syðrugøtu er. Saman fingu tey tvey børn, Otto Frederik Christian og Súsanna. Sonurin var føddur í 1852. Hann varð heimadoyptur 21.oktober, og er helst deyður heilt lítil.
Malena og Grækaris tóku til sín eina gentu, Karolinu Mariannu úr Skopun. Hon doyði bert 18 ára gomul. Hon hevði tænt úti á Glyvrum. Her hevur hon fingið onkra sjúku, sum var henni at bana.
Hetta hevur tikið fast, sum tað sást í yrking, Grækaris yrkti til minnis um hana. Annars yrkti Grækaris altíð, tá ið fólk doyði. Stillisliga kom hann og stakk ein sang í lumman á teimum avvarðandi, tá ið jarðarferðin var.
Grækaris var bóndi og keypmaður. Hann festi í 1854. 33 ára gamal fekk hann handilsloyvi í 1856, sama ár kongaligi einahandilin var avtikin. Hann byrjaði at handla í 1860 fyri Faktorin, Johan Christian Djurhuus, í Klaksvík, sum hevur verið umrøddur í Miðvikuni og røðini Hendur í Sleptu.
Grækaris hevði handilin í tvey ár, tá fór hann á húsagang. Hetta er kanska orsøkin til, at Grækaris yrkir nokk so niðursetandi um Faktorin, sum annars verður roknaður sum eitt stórmenni.
Aftaná Grækaris fór svágur hansara Joen Jacobsen f. 1820 at handla. Hann var kallaður Skúla Jógvan, tí hann var fyrsti lærari í Gøtu. Jógvan var giftur við Onnu, systir Grækaris. Hann hevði fingið handilsloyvi nakað samstundis sum Grækaris. Men hann vildi ikki gera sváginium fortreð við at fara at handla samstundis sum hann. Aftaná Skúla Jógvan tók Absalon Jacobsen, Absalon á Skála, við handlinum. Fyrst var tað fyri Faktorin og síðan fyri seg sjálvan.
Grækaris var ímóti jólafundinum í 1888
Grækaris var formaður í kommunini í 1879-82. Um hetta mundi var øll Eysturoyggin ein kommuna, og hvør bygd hevði sítt umboð í kommnustýrinum. Grækaris sat eisini í løgtinginum 1863-70 og 1879-82.
Grækaris var ein maður við greiðum meiningum, sum hann heldur ikki duldi fyri. Hann legði heldur ikki petti í, um fólk ikki vóru í parti við honum.
Hetta kom eisini til sjóndar í sambandi við jólafundin í 1888. Í dag verður ásannað av øllum, at jólafundurin var av størsta týdningi fyri okkara tjóðskaparliga samleika. Ein, sum var ímóti endamálinum við fundinum at varðveita føroyskt mál, var júst Grækaris, og greiðir John Davidsen frá hesum í riti um H.N. Jacobsen. Grækaris setti í Dimmalætting tann 18. mai 1889 hesa yrking:
SPØRGSMAAL
Hvem skal Tyren med Hornene tage,
hvem skal det danske Sprog udjage?
Hvem ere Ophavsmænd til dette?
kunde man maaske spørge med Rette.
Det er de Herrer, som nu formene,
at de for tiden forstaa allene
at skatte Nationaliteten
i Højden, Dybden, Længden og Bredden.
Men de kun gjennem Indbildning skue,
at de kan Danskheden saa forkue.
Den haver her bedre Fodefæste,
end de gjennem Indbildning læste.
Tyskerne sparke Sproget fra Syden,
saa Ekkoet altid høres af Jyden;
skal da og dets Trævl det gjøre?
Nej! Saadan noget man ej vil høre!
Vil de med Tyskerne sig alliere?
kunde man videre spurgt med mere.
Nej! Saa forbandet gaar det dog ikke,
derpaa kan bandes til Punkt og Prikke!
Til hesa skortfleingju hevði blaðstjórin á Dimmalætting Rasmus Effersøe bert hesa viðmerking. ”Færøernes mest produktive Digter synes ikke at betragte den færøske Nationalitetsbevægelse med venlige Blikke.”
Men Jákup Jacobsen, sonur bókhandlaran H.N. Jacobsen, tann kendi málmaðurin, tók tað ikki so sáttliga, og hann yrkti fylgjand aftursvar:
Hvør kann ei Føringafelag tola?
Hvør vil ei leiva tí ein mola?
Tað er Grækaris!
Hann vil tí allar ódygdir kanna,
haruppá man hann so gud og banna.
So bannar Grækaris.
Hvør man um Føringafelag ljúgva?
Hvør er so býttur upp á tað at trúgva
annar enn Grækaris?
Hvør vil, vit ei skulu sjálvbjargnir vera?
Alt fínt skulu vit bert frá útlondum bera,
meinar hann Grækaris.
Hvør kallar Føroyamál kloddalepa?
Hvør vil tað útreka og hvør vil tað drepa,
er tað ei Grækaris?
Hvør man dríta í egið reiður?
Tað er tann Gøtumaður vreiður,
Tví vorðið Grækaris!
Politisk kjak fyri gott 100 árum síðani
Grækaris luttekur eisini í politiska orðaskiftinum í Dimmalætting.
Tað tykist at vera lítið í bløðunum, meðan Grækaris var í tinginum. Men tann 16. juli 1881 er tó ein grein í samband við hvønn Grækaris stuðlar til eitt fólkatingsval.
Valið var millum Kap.Bærent Bærentsen og sýslumannin Clement Olsen. Báðir eru góðir menn, men tá ið hann bert kann velja annan teirra verður tað Olsen. Bærentsen verður tó valdur hesa ferð.
Eftir at Grækaris er farin úr tinginum er hann í harðligum blaðkjaki við J.H. Schrøter í samband við eitt fólkatingsval. Her sæst, hvussu politikkur eisini var tá.
Grækaris í Dimmalætting
18. januar 1890:
Det forekommer mig, at de færøske Vælgere til Folketinget omtrent ere stillede som en Jomfru, der omringes af trende Bejlere. Dersom disse Bejlere kom med deres Ægteskabstilbud enkeltvis, kunde man maaske give sit Jaord lige saa vel til den første som til den sidste, men nu kommer de alle tre paa en Gang, og deri ligger Vanskeligheden.
Nu forudsætter jeg, at en af disse tre Bejlere trænger sig ubeskedent frem og sættende alle Høflighedshensyn til Side paa en anmassende Maade vil aftvinge hende Jaordet uden at give hende Betænkingstid. Følgen bliver da, at hun faar Afsky for ham og giver ham Kurven uden at takke for Tilbudet.
Hvad nu Venstremanden angaar, da skal jeg ikke undlade at bemærke, at Folketinget er lige saa lidt tjent med at modtage ham, som den færøske Valgkreds ved at sende ham, da han ingen politisk Betydning har og altsaa er ude af Stand til at udrette noget. Men desuagtet vil han anmasse sig Vælgernes Stemmer, og derfor har jeg lignet ham med den frække Bejler, som Jomfruen ikke tog i Betænkning at give Kurven, idet hun undlod at takke for Tilbudet.
Schrøter svara aftur 25. januar:
J.H. Schrøter hevði verið fólkatingslimur 1884-1887, og tað er ikki við mýkindum, nú hann svarar aftur:
Det er Gregorius Johannesen, der i sidste Nr. af nærværende Blad fortæller os, hvad det var, han vilde have sagt den 28. Juli f.A. men ikke fik sagt, samt iblandt andet meddele os, at “han Schrøter ingen politisk Betydning har.” Forinden man imidlertid tager hensyn til denne hans Paastand, maa man først tage undet Overvejelse, om G.J. i Virkeligheden er i Stand til at fælde nogen begrundet Dom i den Sag, som han taler om – ud over at give sin egen Stemme. Hvilken Betydning har G.J? Har han nogen sinde haft nogen Betydning?
Vi vare belemrede med ham i Lagtinget i nogle Aar, men med min bedste Vilje er jeg ikke i stand til at mindes, at han nogen sinde er fremkommet med en eneste selvstændig Tanke eller at vi have en eneste Linie i nogen færøsk Lov, Anordning eller Vedtægt fra hans Haand. Han plejede under Møderne at sidde og digte Rim eller Viser.
Dimmalætting
15. februar 1890
Tað er heldur ikki við mýkindum at Grækaris svarar aftur:
Hr. Schrøters svar til mig er ikke andet end Chikanerier, den egentlige Sag uvedkommende, hvilket viser, at den Sag han vil forsvare, er alt andet end retfærdig. Hvor ringe Betydning jeg end efter Hr. Schrøtes Mening havde i Lagtinget, saa havde jeg dog flere oprigtige Venner i Tinget end han. Naar hr. Schrøter omtaler, at jeg under Møderne plejede at sidde og lave Viser og Rim, da er Grunden vist den, at han endnu kan huske de Snært, han plejede af faa af disse Rim, naar han bar sig galt ad under Møderne, som f. Eks dengang han anmassede sig i Ordførerposten i Ravnesagen og han, fordi Sagen ikke gik efter hans Hoved, i Hidsighed løb fra Mødet og slog Døren i efter sig med et saa Forfærdeligt Rabalder, at man knapt nok kunde høre Formandens Bjælde, der meget alvorligt lød efter ham.
Kanska kann sigast, at orðalagið í tinginum er ikki nógv batnað hesi nógvu árini, sum eru liðin.
Yrkingarnar
Ein annar partur av virkseminum hjá Grækaris var hansara yrkingar. Hann tykist at vera sera andaligur maður og hann var sera kunnugur við Bíbliuna. Tá var ikki vanligt, at meinigur maður átti Bíbliu. Men Grækaris hevur dugað mong ørindi í henni.
Grækaris hevur heldur ikki gingið í skúla. Hann var 17 ár, tá ið fyrsti skúli kom í Eysturoynna. Tískil hevur hann sjálvur lært seg at skriva og lesa.
Men okkurt hevur kanska ligið í genunum. Grækaris og William Heinesen vóru í ætt. Katrina, dóttir umrødda Óla Jacobsen f. 1714, ein ættarfaðir Grækaris, varð gift vestur í Vágar, og gjørdist olduromma William.
Tey eldru fólkini í Gøtu mintust eisini teirra foreldur hava greitt frá, at Grækaris var ein góðir táttayrkjari.
Grækaris gav eisini út eitt yrkingasavn kallað Udvalgte Digte við gott 20 yrkingum. Tað var 46 síður. Tað er býtt í tríggjar partar. Ein partur er við søguligum yrkingum, ein við átrúnaðarligtum yrkingum og so ein partur við yrkingum til serstøk høvi (lejlighedsdigte.) Ein sera kend yrking kallaðist Snorkus’s Gravsang.
Søguligu yrkingarnar vísa eisini, at Grækaris hevur havt stóran áhuga fyri tí, sum er hent úti í heimi. Hansara fyrsta yrking er um Martin Luther.
Í skaldskapinum er tað mest tær myrku og døpru síðurnar av lívinum, sum verða viðgjørdar. Kúganin av fólkinum stígur eisini ramliga fram í yrkingunum hjá Grækarisi.
Doyði knappliga
Hesi minningarorð um Grækaris stóðu í Føringatíðindi í desember 1890 og verða endurgivin orðarætt:
“Gregorius Johannesen, kongsbóndi í Syðrugøtu, doyði 3. november snøggliga, sum hann sat í einum brúdleypi. “Gragaris” var kendur um allar Føroyar sum ein kønur rímsmiður. Hann hevði góð evnir til at yrkja, var skjótteinkjandi og stuttligur. Tí verri hevði hann ikki gingið í skúla og var ikki rættuliga kønur í tí Danska málinum, sum hann næstan altíð rímaði í. Tað var fyri uttan kingibók og kempuvísurnar mest skipsmannsvísur og aðrar vánaligar rímur, sum hann tók sær til dømis. Ta vegleiðing, sum hann kundi haft av betri vitandi monnum, bleiv meira ein skeivleiðing í tí tey mest róstu tí, sum var mest løgið fyri ikki at siga vitleyst. Fyri uttan “Udvalgte Digte” hevur hann yrkt óteljandi aðrar rímur. Ein tann besta av teimum, sum eisini er á Føroyskum máli, er tíggjundartátturin.
Gragaris var 1863-70 og 79-82 løgtingsmaður úr Eysturoy. Hann hevði góðan hug at fremja landsins besta og var bæði vitugur og skilagóður, uttan tað, at hann gjørdi ov mikið av tí váta slagnum.”
Ja, so bersøgin kundu minningarorð vera tá í tíðini. Tá ið Grækaris er deyður er tað, at konan og dótturin flyta inn til Petru og Óla Gregersen. Orsøkin fyri hesum kann eisini vera, at tey vóru í ætt. Mamma Óla, Johanne Olesdatter, var nevniliga systkinabarn Grækaris.
Men eftir stendur, at Grækaris hevur verið ein heilt serligur persónur, sum uttan iva er verdur at minnast. Vit fara kanska seinni at tríva í okkurt av tí, hann hevur yrkt.
Komandi partur
I dag er tað fáir minuttir at ferðast millum Gøtu og Lorvík. Soleiðis var tað ikki tá Sofus var ungur! Millum annað hesum greiðir hann frá í komandi parti