Eftir eitt langt lív har Sofus millum annað var sluppfiskimaður, var mótstøðumaður í Danmark undir krígnum, var reiðari, sat í álitisessum í fíggjarheiminum so sum formaður í búskaparráðnum, valdi Sofus í fjør at geva føroyingum Listasavnið á Sandi. Eitt savn har listin, ið Sofus hevði savnað saman í eitt heilt lív varð sýnd fram í góðum karmum.
Hetta var beinleiðis orsøkin til, at lesarar hjá Sosialinum valdu at skjóta Sofus upp til heiðurin ársins maður í Føroyum. Ein heiður, ið Sofus av fyrstan tíð ikki vildi hava. Men við sínum góðu talugávum fekk Jan Müller blaðstjóri á Sosialinum sannført Sofus um at taka í móti heiðrinum. Illviljin ímóti at seta seg sjálvan í fokus, eyðkendi Sofus, í øllum hann tókst við. Tí var hetta ein heilt óvand støða hjá honum at koma í, at verða valdur ársins maður.
Tað var ikki fyri at seta fokus á seg sjálvan, at Sofus fór undir verkætlanina við Listasavninum á Sandi, tað var kærleikin til heimbygdina, listina og móðurlandið, ið vóru drívmegin. Í samrøðu við Sosialin segði Sofus, at orsøkin til, at hann valdi at byggja listasavnið, var, at hann vildi halda savn sítt samlað og í Føroyum. Hetta sera forkunnuga savn við útvaldum listaverkum av m.ø. Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt nógv listaverk av Ingálvi av Reyni, skuldi sambært Sofusi ikki av landinum, til onkran pengasterkan listasavnara.
Savnið skuldi byggjast á Sandi tí, at hetta var heimbygdin, har Sofus sleit sínar barnaskógvar og eitt stað, ið átti eitt serligt pláss í hjarta hansara. Listasavnið á Sandi stendur eftir sum ein minnisvarði yvir hesa lítillætnu eldsál, ið nú er sløknað.