Sofus Olsen og Sannleikin

Lat meg byrja við at siga, at tað eru nakrar viðmerkingar ella pástandir sum ikki eiga, ella skulu verða svaraðir, men eg havi lisið nakað av tí, tygum hava skrivað fyrr, og havi eg altíð hildið tað verið væl undirbygt.

Undirritaði hevur kanska ein veikleika í so máta, at gerast eitt sindur keddur ella illur, tá undirritaði verður ákærdur at fara lætt um sannleikan, og at verða kallaður lygnari, tað haldi eg ikki, eg havi uppiborið frá nøkrum, og heldur ikki tygum. Mítt fremasta mál sum politikari hevur verið, er, og vil altíð verða, »sannleiki og rættvísi«.
Lat meg skera tað út í papp enn einaferð, hvat undirritaði segði í greinini, sum tygum heftu tygum við »Skotland er limur uttan at verða sjálvstøður« hettar haldi eg fast við at hettar er rætt, tí at eg veit, at soleiðis er tað.
Lat okkum so hyggja eftir, hvat tygum siga »Skotland hvørki er ella hevur nakrantíð verði sjálvstøðugur limur í ES.
Undirritaði hevur, sum víst er á, ongantíð sagt at Skotland er sjálvstøðugur limur í ES, men harafturímóti segði undirritaði at. »Skotland er limur uttan at verða sjálvstøðugur«.
Síðani siga tygum í endanum á greinini, at hettar er ikki fyrstu ferð, at Kaj Leo Johannesen tvætlar í fjølmiðlunum, tað ger hann eisini, tá hann t.d roksaði um skotska mjólk.
Tað kann væl verða, at undirritaði tvætlar í fjølmiðlunum, tað kunnu onnur døma um, men um tygum kunnu grundgeva fyri, heilt konkret, hvat undirritaði tvætlaði um, tá talan er um mjólk, so kundi eg møguliga eisini rættað tær misskiljingarnar av vegnum, tí eisini við mjólkini veit undirritaði, at hann hevði rætt.
Víðari siga tygum, at skotska parlamentið er nærmast ein joke, nú kenni eg ikki skotska parlamentið innanifrá, tað hevur sum so heldur einki við meg at gera, men eg kenni tað skotska fólkið, tað er eitt tað stoltasta fólkið í heiminum, uttan at hava tíni kriteriu fyri sjálvstýri ella fullveldi.
Tygum kalla meg lygnara, tað er burturvið og ein umbering hevði verði upp á sítt pláss, men sum sagt, eg kenni tygum ikki, so eg fái ikki gjørt meira enn hesi fátæku orð.
Eg fari at enda við at ynskja tygum alt tað besta framyvir.