Sóknast enn eftir vitnum

Løgreglan vil enn gjarna hoyra frá fólkum, ið møguliga vita nakað um neyðtøkuroyndina í Havn mikukvøldið.

Í síðstu viku vendi løgreglan sær til borgararnar við eini umbøn um hjálp í samband við eina neyðtøkuroynd í Havn mikukvøldið.


Heitt var á fólk, ið møguliga vistu nakað um hendingina ella høvdu sæð okkurt illgrunavert, um at venda sær til løgregluna.

Løgreglan hevur síðani fingið fleiri fráboðanir frá fólkum, ið hava sæð ella hoyrt okkurt illgrunavert, men tá in.fo tosaði við Kriminaldeildina í morgun, varð upplýst, at tey enn sóknast eftir fleiri vitnum til hendingina.


Hendingin fór fram aftanfyri Sjónleikarhúsið í Tórshavn í tíðarskeiðnum mikukvøldið 30. september millum kl. 23:00 til kl. 00:30. Ein ung kvinna bleiv um midnáttarleitið álopin aftanífrá, har gerningsmaðurin koyrdi kvinnuna um koll og føldi uppá hana uttan á klæðunum.


Hon rópti og bardist so mikið ímóti, at maðurin at enda steðgaði. Eftir hetta stakk maðurin av.


Kvinnan lýsir mannin at verða: 18-25 ár, 175-185 cm høgur, og vanliga til spinkult bygdur. Hann hevur stutt, myrkt hár og var í myrkum jakka, myrkum cowboybuksum og svørtum skóm.


Um onkur veit um málið at siga, ella hevur sæð onkran í økinum frá Steinatúni niðan til og rundan um Sjónleikarhúsið, sum samsvarar við lýsingina av manninum, verða tey vinarliga biðin um at seta seg í samband við politiið á tlf. 351448.