Soleiðis fer nýggi skúlin at síggja út

- Stóra skúla-og hallarverkætlanin við Streymin liggur í føstum kørmum, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen.

- Verkætlanin við nýggja skúlanum og ítróttarhøllini við Streymin liggur í føstum kørmum, soleiðis at útgrevstur, jørðarbeiði og planering skulu byrja í november í ár, og síðan skulu tilboðini upp á skúla og høll latast upp hálvan desember.

 

Tað sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, sum leggur dent á, at øll viðurskifti í samband við byggingina skulu avgreiðast fyri árslok í ár.

 

Stýrisbólkurin í Sunda kommunu, sum hevur arbeitt við stóru skúla-og hallarverkætlanini á Oyrarbakka, er nú komin so mikið langt við sínum arbeiði, at uppskotið varð lagt fyri á býráðsfundi í kommununi seinasta mikudag.

 

- Seinasta hond skal nú leggjast á uppskotið, sum síðan skal viðgerast í skúlastýrinum og at enda sendast myndugleikunum til góðkenningar.

 

Heðin Zachariasen vísir á, at stýrisbólkurin hevur havt fundir hvørja viku síðan ársbyrjan, og arbeitt hevur verið miðvíst eftir eini neyvari tíðarætlan. Tað eru Brim arkitektar, sum hava gjørt tekningarnar.

 

- Nú er uppskotið komið undir land, og tá verkætlanin hevur fingið sína góðkenning hjá myndugleikunum, verður farið undir projekteringina.

 

Hann sigur, at byggjast skulu umleið 3000 fermetrar tilsamans. Av hesum verður íbygda ítróttarhøllin umleið 1500 fermetrar, og síðan verða aðrir 1500 fermetrar til sjálvan skúlan.

 

- Í nýggja partinum av skúlanum verða 18 skúlastovur, sum hvør verður á umleið 60 fermetrar. Haraftrat verður stórt felags umhvørvi, sum bindilið millum verandi og nýggju skúlapartarnar.

 

Tað verður nevniliga soleiðis, sigur Heðin Zachariasen, at nýggi skúlabygningurin kemur at binda saman Felagsskúlan á Oyrarbakka og Norðskála/ Oyrar skúla, umframt at ítróttarhøllin verður ein íbygdur partur av samlaðu verkætlanini.

 

Borgarstjórin heldur, at tekningarnar, sum stýrisbólkurin hevur lagt fyri dagin, eru ógvuliga spennandi.

 

- Hetta verður eitt flott skúlaumhvørvi. Stýrisbólkurin er komin ógvuliga væl frá sínum arbeiði niður í minstu smálutir, heldur Heðin Zachariasen.

 

Nýggi Skúlin við Streymin fer saman við byggingini av ítróttarhøll at kosta umleið 65 miljónir krónur, og Felagsskúlin á Oyrarbakka er fyri fáum árum síðan umvældur og dagførdur fyri aðrar 23 miljónir krónur.