Soleiðis gekk sølan í morgun

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 75,5 tons av fiski fyri 1,4 miljónir krónur.

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 75,5 tons av fiski fyri 1,4 miljónir krónur. Samanlagdi miðalprísurin fyri alla søluna í morgun var 18,52 krónur fyri kilo.

 

Størsta einstaka nøgdin var toskur, og her var mest av toski 2, 15,5 tons tilsamans. Toskur 2 fekk miðalprísin 19,80 krónur fyri kilo. 

 

Lutfalsliga lítið var av hýsu, smá tvey tons tilsamans. Mest var av hýsu 2, og her var miðalprísurin 18,57 krónur fyri kilo.

 

Stívliga átta tons vóru av blálongu, og her var miðalprísurin 9,47. Fýra tons vóru av longu, og her lá miðalprísurin um 16 og 16,49 krónur fyri kilo.

 

Liri er bíligt fiskaslag. Tey 5,8 tonsini, sum vórðu seld á marknaðinum í morgun, fóru fyri miðlaprísin 3,47. Her var besti prísur sjey krónur og lægsti prísur tvær krónur fyri kilo.

 

Svartkalvi og havtaska lyftu væl undir miðalprísin á søluni í morgun. Stívliga trý tons vóru av havtasku, har besti miðalprísur var 28,75. 

 

Umleið 13,5 tons vóru av svartkalva, og her var miðalprísurin neyvt 31 krónur fyri kilo, sum bæði var lægsti og hægsti prísur.