Arbeiðið at byggja nýggja trolvirkið hjá Vónini heilt úti á havnalagnum í Fuglafirði gongur sína gongd, og herfyri var In.fo á staðnum og tóku nakrar nýggjar myndir.
Hetta er ein velduga stórur bygningur, 115 metrar langur og 18 metrar breiður. Haraftrat kemur umsitingarparturin, sum er bygdur oman úr arbeiðs-og goymslubygninginum. Umsitingarbygningurin er í trimum hæddum, har hvør hæddin liggur um 200 fermetrar.
Í bygninginum er skilaveggur, ið líka sum deilir hallirnar í tveir partar, harav arbeiðshøllin er stívliga 90 metrar long, og goymsluparturin slakar 25 metrar. Skilaveggurin er eisini brandveggur, sum skal tryggja goymsluna, skuldi eldur komið í.
Eingi vindeygu eru í nýggja trolvirkinum, men her verða bæði vindeygu og hurðar, tá bygningurin stendur liðugur. Inni á gólvinum í høllini stóðu nevniliga bæði vindeygu og hurðar, klár at seta í. Skerast skal fyri, og síðan verður sett í. Sama er á takinum, har takvindeygu verða, soleiðis at nógv dagsljós fer at koma niður í arbeiðs-og goymsluhallirnar.
Hóast bygningurin í dag kanska sær eitt sindur turrisligur út, verður hetta ein vakur bygningur við góðum arbeiðsljósi, bæði í dagslýsi og í myrku tíðini av árinum. Tað er byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, sum stendur fyri byggingini av nýggja trolvirkinum, og við í verkætlanini eru eisini aðrir undirveitarar.
Umsitingarbygningurin, ið sum nevnt er í trimum hæddum, er komin væl áleiðis. Teir eru í holt við at deila rúm upp og eru næstan komnir undir land við at leggja gipsplátur.