Átta partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap, og helst fer okkurt parið aftrat út aftur í næstum. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin hjá partrolarunum er einki serligur.
Í gjár vóru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Annar er á royndarveiði eftir stinglaksi, og hin fiskar á djúpum vatni.
- Báðir koma inn at landa í næstu viku. Væntandi fer onkur av djúpvatnstrolarunum, sum í løtuni liggu, út aftur í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Bara ein av teimum smáu trolbátunum er í løtuni til fiskiskap, og hann kemur eisini inn at landa í næstu viku. Væntandi fara aðrir trolbátar út aftur um vikuskiftið.
Trolbátarnir hava annars rímiliga góðan fiskiskap, og teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
- Mánadagin kemur eitt garnaskip inn at landa, og onnur tvey ella trý landa helst seinni í næstu viku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.