Soleiðis hendi tað - minutt fyri minutt

Soleiðis var dagurin, tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018 - ella fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

06:57: Fartelefonin hjá Anne-Elisabeth Hagen vísir rørslur. Ein minutt seinni byrjar teljarin, sum telur fet, at telja. Tó er ikki greitt, um hon er farin upp. Kanningar hjá løgregluni vísa, at fartelefonin helst liggur still og verður ikki brúkt aftur næsta hálvan annan tíman.

07:56: Eitt reytt ljós kemur til sjóndar á gonguvegnum, sum gongur fram við húsunum við Sloraveien 4, har Hagen-hjúnini búgva. Hetta sæst á vakmyndaupptøkum, og løgreglan heldur, at hetta kann vera ein bilur.

07:56: Sekundir seinni sæst á sama vakmyndatóli eitt hvíttligt ljós, sum flytir seg burtur frá húsunum. Løgreglan heldur, at hetta eisini er ein bilur.

08:15: Tom Hagen fer upp, sambært honum sjálvum. Á 2. hædd hava hjúnini felags sovikamar, og tey hava eisini hvør sítt kamar. Tom Hagen hevur sagt, at tey sum oftast sova hvør sær. Í avhoyringum hevur miljarderurin eisini lýst seg sjálvan sum eitt “rutinumenniskja”. Vanliga fer hann upp klokkan 07, bustar tenn, letur seg í og fer niður á 1. hædd. Har ger antin hann sjálvur - ella Anne-Elisabeth Hagen – kaffi. Farið verður út eftir ávísini, og hundurin verður luftaður uttanfyri. Men, júst henda morgunin fer Tom Hagen sambært sær sjálvum seinni upp enn vanligt. Orsøkin er, at hjúnini hava verið til teaturleik í Oslo saman við vinapari kvøldið fyri. Eftir at hjúnini komu til hús, sótu tey sambært miljarderinum eina løtu uppi og prátaðu.

- Eg haldi, eg fór upp klokkan 08.15. Síðan var eg úti eftir ávísini, drakk mínar tveir koppar av kaffi, las í ávísini og át eitt sindur, hevur Tom Hagen sagt í avhoyringum.

##med2##

Hetta merkir, at miljarderurin var ikki uppi, tá vakmyndatólið staðfesti ljósini á gonguvegnum fyrr um morgunin. 

08:44: Ein starvsfelagi á arbeiðsplássinum hjá Tom Hagen ringir til Anne-Elisabeth Hagen, men hon svarar ikki.

08:45: Anne-Elisabeth Hagen ringir aftur. Tey bæði snakka saman í góðar 10 minuttir, áðrenn samrøðan endar klokkan 08.56.

Í samrøðuni tykist alt vera sum vanligt, hevur starvsfelagin hjá Tom Hagen seinni fortalt í avhoyringum. Tey snakka eitt nú um løn og tímalistar, og Anne-Elisabeth Hagen fortelur, at hon og maðurin møguliga fara í smáttuna í Kvitfjell seinni sama dag. Við løgregluna hevur kvinnan, sum snakkaði við Anne-Elisabeth, sagt, at hon helt seg hoyra Tom Hagen aftanfyri.

08:56: Løgreglan heldur, at ein bilur kemur koyrandi móti húsunum eftir gonguvegnum. Hvíttliga ljósið sæst á vakmyndatólinum - júst ein tíma eftir, at fyrra billjósið varð staðfest.

Hugsandi bilurin hevur í langa tíð verið ein partur av putlispælinum hjá løgregluni, men framvegis veit løgreglan ikki, hvat slag bilurin, tey leita eftir, er. Ei heldur vita tey, hvør koyrdi bilin - ella, um tað vóru ein ella fleiri í bilinum. 

Í heyst hevur løgreglan tískil eftirlýst bilin. Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur í samrøðu í november sagt, at gátuføru ljósini kunnu hava verið møguligu ránararnir, sum bíðaðu í einum bili á gonguvegnum, til tey vóru vís í, at Tom Hagen var farin til arbeiðis.

09:00: Umleið klokkan 09 koyrir Tom Hagen til arbeiðis. Arbeiðsplássið liggur slakar fýra kilometrar frá húsunum. Í avhoyringum hevur miljarderurin sagt, at hann ikki við vissu veit at siga, um hann koyrdi eftir Ríkisvegnum 159 - ella Solheimsveien.

- Eg fór til arbeiðis umleið klokkan 09, og tá sat kona hansara í einum stóli og las.

09:06: Anne-Elisabeth Hagen ringir til aðra av døtrum sínum. Hon ringir í trý sekund.

##med3##

09:10: Dóttirin, sum hon hevði ringt til, fær nú eini tekstboð frá mammu síni.

09:14: Anne-Elisabeth Hagen ringir til sonin. Tey snakka saman í 92 sekund um løn, barnagentu og halloween, hevur sonurin seinni greitt frá í avhoyringum.

Løgreglan heldur, at júst henda samrøða er seinasta vísa lívstekin frá Anne-Elisabeth Hagen. Løgreglan heldur, at hon var fyri einari kriminellari brotsgerð stutt eftir, at samrøðan við sonin varð liðug klokkan 09.16.

09:15: Bilurin hjá Tom Hagen er uttan fyri arbeiðsplássið hjá honum. Sagt verður, at myndirnar á vakmyndatólinum eru óklárar, men løgreglan sigur, at tað er Tom Hagen, sum koyrir bilin. Verjin, Svein Holden, hevur sagt, at vakmyndirnar geva miljarderinum eitt alibi – ella fráveruprógv, tí hann var til arbeiðis, tá løgreglan heldur, at kona hansara varð dripin.

09:48: Ein elektrikari og granni, Tommy Skansen, ringir til Anne-Elisabeth Hagen, men eingin svarar. Tey bæði hava eina avtalu um, at hann skal hjálpa henni við el-arbeiði. Hetta er fyrstu ferð, at nakar roynir at fáa fatur í ríkmanskonuni eftir hennara seinasta vísa lívstekin - ein góðan hálvan tíma frammanundan.

09:50: Sonurin roynir nú at ringja til Anne-Elisabeth Hagen, men hon svarar ikki. Hann sendir síðan eini sms-boð.

10:06: Tom Hagen ringir til konu sína við sínari fartelefon, men hon svarar ikki.

10:07: Ein minutt seinni ringir Tom Hagen aftur, men eingin svarar. 

- Eg hevði lovað konu míni at ringja klokkan 10, tí vit høvdu dagin fyri - og eisini um morgunin - snakkað um at fara í smáttuna í Kvitfjell, og tá tók hon ikki telefonina, hevur Tom Hagen sagt.

Løgreglan legði Tom Hagen undir at hava slettað hesi bæði uppkallini fyri at fjala út yvir spor, tí uppkallini vóru ikki at finna á fartelefonini hjá honum. Men, kanningar hava seinni víst, at gamla Nokia-telefonin hjá Tom Hagen slettar uppringingar sjálvvirkandi. So, her mistók løgreglan seg og gjørdi ríkmanninum órætt.

10:07: Eftir hesa klokkutíð skrásetir fartelefonin hjá Anne-Elisabeth Hagen ongan aktivitet. 

Sambært løgregluni er fartelefonin hvørki í brúki ella í rørslu eftir hetta. Einaferð millum samrøðuna, hon hevur við sonin klokkan 09.14 og klokkan 10.07 skrásetir telefonin eina ógvusliga rørslu. Løgreglan hevur roynt at endurskapt rørsluna, men tað er ógreitt, um rørslan, sum telefonin skrásetir, kann knýtast til kriminellu brotsgerðina, sum løgreglan metir, at henni hevur verið fyri.

10:48: Onnur av døtrunum sendir eini tekstboð til Anne-Elisabeth Hagen. Boðini verða ongantíð lisin.

11:13: Tom Hagen ringir til konu sína við fartelefonini, men fær einki svar.

11:14: Hann ringir aftur, men fær framvegis einki svar.

11:17: Fyri fimtu ferð henda morgunin ringir Tom Hagen til konu sína. Eingin svarar í hinum endanum.

12:00: Eftir klokkan 12 tykist Tom Hagen stúrin, hava starvsfelagar hjá honum fortalt. 

Sambært starvsfeløgum, fortelur miljarderurin, at hann ikki fær fatur í konu síni, og hann sigur seg stúra fyri, at okkurt er hent henni. Ein av starvsfeløgunum hevur fortalt, at Tom Hagen sum vanligt fór inn í eitt rúm og setti seg í ein mýkingarstól eftir døgurðamálið.

12:33: Ein av døtrunum ringir til Anne-Elisabeth Hagen. Eingin svarar.

13:06: Tom Hagen ringir á fartelefonina hjá konu síni, men hann fær einki svar.

13:08: Tom Hagen ringir aftur, men eingin er í hinum endanum.

##med4##

13:18: Fyri áttandu ferð ringir miljarderurin til konu sína. Men, heldur ikki hetta uppkall verður svarað. 

Í avhoyringum hjá løgregluni hevur Tom Hagen sagt, at ósvaraðu uppkallini fingu hann at órógvast og stúra fyri, at okkurt var hent Anne-Elisabeth Hagen.

- Eg gjørdist órógvaður, tá hon ikki svaraði. Eg veit ikki, hvussu ofta, eg ringdi, men eg ringdi fleiri ferðir. Hon tók ikki telefonina, og tað var henni ikki líkt. At enda leyp eg í bilin og koyrdi heim, hevur Tom Hagen sagt í samrøðu.

13:19: Tom Hagen ringir til sonin og sigur, at hann fær ikki fatur í Anne-Elisabeth Hagen. Hann fortelur eisini, at hann fer heim, hevur sonurin fortalt í avhoyringum.

13:21: Eingin svarar, tá sonurin nú roynir at ringja til mammu sína.

13:30: Umleið klokkan 13.30 fer Tom Hagen úr arbeiði og heim til Sloraveien 4. Koyritúrurin tekur vanliga einar sjey til átta minuttir.

Tá hann kemur heim, leggur hann til merkis, at eitt træpetti liggur tvørt fyri framman fyri úthurðina. Hetta hevur Tom Hagen fortalt bæði í avhoyringum og í samrøðu við norska kringvarpið.

- Longu, tá eg sá træpettið, fekk eg varhugan av, at okkurt var hent, hevur hann fortalt.

13:39: Onnur dóttirin ringir til Anne-Elisabeth Hagen, men fær einki svar.

13:40: Tom Hagen svarar, tá sama dóttir ringir á fastnetið í húsunum. 

Dóttirin spyr pápan, um hann veit, hvar mamman er. Tom Hagen sigur, at hann veit ikki og setir dóttrini sama spurning. Hetta hevur dóttirin sagt í avhoyringum. 

Sambært avhoyringum sigur Tom Hagen einki um, at hann er órógvaður, og hann sigur heldur einki um, hvussu tað sær út í heiminum - ella um hóttanarbrævið, sum liggur í heiminum. Løgreglan heldur hetta vera illgrunavert, men Tom Hagen hevur sagt, at hann júst var komin inn um dyrnar og hevði ikki lagt nakað til merkis.

13:40: Frá umleið klokkan 13.40 leitar Tom Hagen í húsunum eftir Anne-Elisabeth Hagen. Tað hevur miljarderurin fortalt fyri løgregluni undir avhoyringum.

##med5##

- Tá eg hevði leitað á 2. hædd, fór eg niður í kjallaran, men har var hon heldur ikki. So, fór eg uppaftur. Síðan fór eg út í bilhúsið. Har var eingin. So fór eg inn aftur, og ikki fyrr enn tá sá eg reyða stólin í gongini, og tá sá eg eisini, at har lá ein brævbjálvi.

Í avhoyringum hevur Tom Hagen sagt, at hann hevði eisini verið á lítla baðirúminum, sum liggur inn av gongini, áðrenn hann legði til merkis, at ein brævbjálvi lá á stólinum.

Tá Tom Hagen sá eitt handklæði og klæðini hjá konu síni á gólvinum í baðirúminum, skilti hann, at okkurt álvarsligt var hent. Løgreglan roknar gongina og baðirúmið sum sentrala staðið í tí, sum er hent, eitt nú, tí løgreglan her heldur seg hava staðfest “sleipispor”, sum tey málbera seg.

Miljarderurin hevur í avhoyringum sagt, at hann skilti, hvat var hent, tá hann hevði lisið fyrsta setningin í hóttanarbrævinum: “Hava tína konu, Anne-Elisabeth Hagen. Um tú vilt síggja hana aftur, mást tú lesa og fylgja leiðbeiningini fult út...”

13:46: Tom Hagen ringir nú við fastnetinum í húsinum á fartelefonina hjá Anne-Elisabeth Hagen.

Fartelefonin hjá henni liggur í “køkkenstuen” - beint innan fyri inngongdina inn í húsini. Ringitónin á telefonini er frá, men Tom Hagen hoyrir ikki, at telefonin ringir, hevur hann seinni greitt løgregluni frá.

Í avhoyringum hevur hann eisini sagt, at hann helt tað vera løgið, at fartelefonin hjá henni lá á einum staði, har hon ikki plagdi at leggja hana. - Tað er ikki Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur lagt telefonina har, hevur Tom Hagen sagt í avhoyringum.

14:00: Tom Hagen ringir til sonin frá heimatelefonini.

14:01: Tom Hagen ringir til aðra av døtrunum.

14:10: Umleið klokkan 14.10 ringir Tom Hagen til løgregluna við ógvusligu boðunum: Kona mín er horvin - helst burturflutt.

Tom Hagen hevði tá verið heima við hús í ein góðan hálvan tíma, og hann hevur í avhoyringum sagt, at sonurin var komin heim til hansara, áðrenn hann ringdi til løgregluna.

Kelda: VG