Tað er sjálvandi eingin trygd fyri, at tú kanst síggja frísk ella sjúk móðurmerki við berum eygum. Kortini hava serfrøðingar í krabbameini av hesum slag gjørt eina sokallaða »abcde reglugerð«, har tú kanst nýta ymiskar hættir til at halda eyga við støðuni hjá tínum móðurmerkjum.
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum millum annað hevur samrøðu við Elisabeth Vitalis Bærendsen á Tvøroyri, sí grein her á síðuni, er eisini ein vegleiðing um, hvussu tú kanst finna sjúk móðurmerki:
A – Asymmetriskt
Frísk móðurmerki og frøknur eru sum oftast symmetriskar. Tað vil siga, at um tú teknar eina linju gjøgnum móðurmerkið, eigur tú at hava tvær eins hálvur. Eitt sjúkt móðurmerki er hinvegin mangan asymmetriskt og sostatt fært tú ikki javnar hálvur, um tú teknar striku ígjøgnum.
B – Border
Kantarnir á einum sjúkum móðurmerki eru ójavnir ella knorklutir.
C – Colour
Liturin á móðurmerkjunum hevur eisini stóran týdning. Hevur títt móðurmerkið meira enn ein lit, átti tú at tosað við læknan. Sunn móðurmerki hava oftast bert ein lit.
D – Diametur
Ummálið á móðurmerkjunum kann mátast við einum blýanti. Er títt móðurmerki størri enn endin á einum blýanti – tað vil siga um 6 mm í ummáti – skalt tú ansa serstakliga væl eftir broytingum.
E – Elevation
Um móðurmerkið hevjar seg upp um húðina ella hevur eina ójavna flatu, eigur tú at fara til læknan.
V – Vandabólkur
Tú ert í størri vanda fyri at útviklað krabba í húðini, um tú hevur nógv móðurmerki, ert ljóshærd/ur ella reyðhærd/ur, hevur blá eygu og eina bleika og ljóssarta húð. Um tú hevur verið sólbrend/ur fleiri ferðir ella nýtur solarium, so ert tú eisini í størri vanda.
Sosialurin fæst í blaðbúðum kring alt landið í dag.
KELDA: CANCER.DK