TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hæddarpunktini frá Rás2 frá stórsteypadystinum millum Víking og NSÌ, sum Víkingur vann 4-3 aftaná brotssparkskapping. Støðan aftaná vanliga leiktíð var javnleikur 1-1. Bæði málini komu fyrstu 18 minuttirnar.
Stóra hetjan hjá Víkingi var málverjin, Elias Rasmussen sum bjargaði trimum brotsspørkum í brotssparkskappingini.
Á ljóðfíluni hoyra vit Trónd Arge siga frá 0-1 málinum hjá Árna Frederiksberg í sjeynda minutti, og 1-1 málinum hjá Adeshina Lawal. Vit hoyra eisini Trónd Arge siga frá avgerandi brotsspørkunum í brotssparkskappingini.
André Olsen, ítróttarskrivari hjá Miðlahúsinum var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Vìkingi, Maurice Ross kann hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi kann hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze kann hoyrast HER