Soleiðis oyðileggur tú steikipannuna

Lítið er so keðiligt, sum tá nýggja steikipannan brádliga ikki longur er so góð, sum tú vónaði, tá tú keypti hana. Men í mongum førum er tað tín egna skyld. Ov skjót upphiting og ov nógvur hiti oyðileggur steikipannurnar.

- Nógv byrja við ov høgum hita. Ein vanligur feilur, er at man byrjar við boost-knøttinum á induksjónsplátunum, sum geva sera høgan hita skjótt, ella at man hevur ov høgan hita í longri tíð, sigur Marianne Winters, stjóri í Jernia Noreg við heimasíðuna godt.no.

 

Hon minnir á, at tað er ymiskt, hvussu nógvan hita ein steikipanna tolir. Ein jarnpanna tolir hægri hita enn ein aluminiumspanna.

- Ein aluminiumspanna við teflonlagi tolir ikki høgan hita yvir longri tíð og byrjar tí at flusna, sigur hon.

 

Umframt hetta, kann hitin eisini gera, at pannan skjýtur seg og verður avskeplað. Hetta hendir, um pannan verður hitað ov skjótt ella kølist ov skjótt.

- Set pannuna á hálvan hita fyrst og øk so hitan so hvørt. Tað sama er galdandi, tá tú skalt skola eina heita steikipannu. Hon kann blíva ójøvn og fara at ridla, um tú skolar eina sera heita pannu í køldum vatni, sigur Marianne Winters.

 

Ráð fyri at varðveita steikipannuna:

- Ansa eftir, at hitaskiftini ikki eru ov stór.

- Aluminium og stál ávirkast á ymiskan hátt av hita. Tí kunnu pannur skjóta seg, um hitaskiftini eru ov stór ella koma ov brádliga.

- Minst til at bæði hita og kólna pannuna í stigum, hvørja ferð.

- Teflon-lag og PTFE-løg tola ikki hita yvir 250 stig.

- Tað er týdningarmikið at vaska pannuna eftir brúk við sápu og uppvaskibust. Tað eru ikki allar steikipannur, sum tola uppvaskimaskinuna. Tað er vert at kanna, áðrenn tú koyrir steikipannuna í uppvaskimaskuna.

- Stálgrýtur kunnu vaskast í uppvaskimaskinuni.

- Tá maturin festir seg í pannuni, hóast tú nýtir feitt, er orsøkin ofta uppkolaðar matrestir í pannuni. Kóka eitt sindur av vatni í pannuni, koyr uppvaskipulvur í og lat kóka í 45 minuttir. Skola pannuna væl aftaná.

 

Kelda: godt.no.