Soleiðis sær út í Madrid

Spania er rakt av óvanligum kavastormi, og tað skapar ruðuleika

Spania er um vikuskiftið rakt av óvanligum kavastormi, og nógva kavaavfallið og kuldin hava við sær ruðuleika nógva staðni í Spania.

Fimm landslutir eru í hægstu tilbúgving í dag, og myndugleikarnir í Madrid heita á fólk um at halda seg innandura, meðan ringasti stormurin herjar. Barajas flogvøllurin í Madrid er fyribils stongdur, og samferðslan liggur lamin nógvastaðni.

Túsundavís av bilførarum hava verið fangaðir í kavastorminum, og hermenn eru farnir út at bjarga fólki. Trý fólk hava higartil latið lív.

Sambært sponskum veðurfrøðingum er talan um søguliga ringan kavastorm, og næstu næturnar verður roknað við, at tað verða 10 kuldastig ymsastaðni í Spania.