Tað var hin 28. desember í fjør, at rækjutrolarin Northguider sendi út neyðarkall, tá teir vóru staddir heilt norðuri í Hinlopstrætinum í Barentshavinum. Northguider var til fiskiskap, tá manningin misti tamarhaldið á skipinum, og skipið rendi seg á ein flúr.
Umfatandi bjargingararbeiði varð sett í verk undir sera krevjandi umstøðum. Øll manningin, sum taldi 14, varð tikin upp av tveimum tyrlum, sum sýslumaðurin á Svalbard ræður yvir.
Tað vóru út við 20 kuldastig, tá hendingin fór fram, og tað var bølamyrkt, meðan tyrlumanningarnar framdu bjargingararbeiðið. Síðan henda dag í endanum av desember í fjør hevur skipið ligið fastfryst í einum av heimsins truplastu økjum.
Norska heimasíðan - www.sysla.no - veit at siga, at fyrr í hesi vikuni varð ein bjargingarætlan av trolaranum løgd fyri norska Kystverket og sýslumannin á Svalbard.
##med2##
Kystverket sigur í einari fráboðan, at ætlanin er at fáa skipið upp aftur á rættkjøl.
Í fyrsta lagi skulu hol í skipsskrokkinum tettast, og síðan er ætlanin at leggja stálplátur á botnin, har rækjutrolarin liggur, soleiðis at Northguider kann hálast leysur av botni og ísi.
Norska heimasíðan veit eisini at siga, at tað var niðurlendska felagið - SMIT Salvage - sum vann útboðið at bjarga trolaranum í Hinlopstrætinum.
Tað er felagið Opilio í Austevol, sum eigur skipið.
##med3##