Svein Rógvi Nielsen, venjari hjá Stjørnuni, er avgjørdur, tá hann verður spurdur, hvussu tú steðgar Tjaldur, sum hevur verið einaráðandi seinastu mánaðirnar.
- Tú spælir, fremst av øllum, sum Stjørnan í dag. Vit hava bestu verjuna í landinum, vit eru til reiðar beinanvegin, og vit eru fyrimyndarligar í skjótálopinum, svarar hann sannførdur.
Tjaldur hevði vunnið ellivu dystur upp í slag undan vitjanini í KÍ-høllini í gjár. Stjørnan syrgdi fyri, at sigursrøðin fekk sín enda. Og tað var fult uppiborið.
Eingin Durita
Durita Christophersen er burturstødd. Tað tóktist ikki hava stórvegis ávirkan á álopsspælið hjá Stjørnuni, tí hinar tóku ábyrgd. Durita Ljósstein og Valentina Suciu vóru herovastar í gjár, og Bára Klaksstein og Una Olsen smæddist ikki burtur.
- Tað merktist, at Durita Christophersen ikki er við, tí hon plagar at skjóta um átta mál. Hinar taka hinvegin ábyrgd, tá hon ikki er tøk, so tað er fantastiskt, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Stjørnan hevði tamarhald á dystinum í gjár. Tær vóru við yvirlutan allatíðina, og Tjaldur royndi at togast við heimaliðið sum frægast. Gestirnir tóku fleiri skeivar avgerðir, og tær misnýttu upplagdar møguleikar. Millum annað tók Heidi Sevdal ikki av gyltu møguleikunum, tá hon var einsamøll við málverjan í tveimum reisum.
Gongdin broyttist lítið fyrstu løtuna eftir hvíldina. Tað vóru trý ella fýra mál, sum skiltu liðini. Brádliga fór heimaliðið til stroks og fekk fleiri mál upp í slag. Gestirnir tóktust skelkaðar, og høvuðsleyst gjørdu tær skjótt av í royndini at svara aftur. Tað miseydnaðist fullkomiliga, og so skrædnaði millum liðini.
Bara í finaluna
Svein Rógvi Nielsen og Stjørnan hugsa fremst av øllum um at vinna seg í finaluna. Venjarin ger greitt, at sigurin í gjár var avgjørt eitt fet rætta vegin, men tað er framvegis sera javnt í oddinum.
- Tað eru stórskjúttarnir, sum sermerkja oddaliðini í ár. Øll liðini hava ein skjútta, sum skýtur eina rúgvu av málum. Tað verður avgerandi, at verjuspælið er sannførandi. Liðini við mest sannførandi verjuspælið fara í finaluna, metir Svein Rógvi Nielsen.
Stjørnan vitjar StÍF, sum er botnproppur, næsta vikuskifti.