Eitt hátrýst vestan fyri Írland liggur mest sum í stað og styrkist. Køld luft streymar framvegis oman yvir Føroyar av norðri, men hóskvøldið snarar hann í ein vestan og ein veik hitabrúgv, uttan stórvegis avfall, fer yvir okkum. Komandi dagarnar koma fleiri brúgvaløg við regni og lýggjari luft inn yvir landið av vestri.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, sum í nátt øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá lóður támut og regn av og á. Hitin millum 6 og 9 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið makar hann vindin og á nátt verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men yvirhøvur turt, og hitin millum 2 og 6 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s, seinni av ymsum ættum. Samdrigið og okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.
Mánadagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, men út á kvøldið og náttina makar hann aftur niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 1 og 6 stig.
Týsdagin
Sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, sum øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men seinni klárar í og ælaveður. Hitin millum 8 og 10 stig, um náttina niður í 5 stig.