Soleiðis eru mót­tøk­ur fyri lands­stýris­fólk­um í dag

Í dag verða móttøkur í øllum seks aðalráðum fyri nýggjum og fráfarandi landsstýrisfólkum

Í gjár varð Løgtingið skipað, løgmaður valdur og landsstýrisfólk tilnevnd. Í hesum sambandi var móttøka í Tinganesi í gjár.

Í dag eru aftur móttøkur á skránna. Tað eru móttøkurnar í øllum teimum seks aðalráðunum.

Aðalstjórar bjóða vælkomin, fráfarandi og tilstundandi landsstýrisfólk siga nøkur orð og lata gávur.

Skráin er hendan:

09:00–09:50 Almanna- og bústaðamálaráðið (Undir Bryggjubakka 27)

10:00–10:50 Fíggjarmálaráðið (í Fíggjarmálaráðnum í Tinganesi)

11:00–11:50 Mentamálaráðið (Smæran)

12:00–12:50 Vinnumálaráðið (Kristnastova, Gongin 20)

13:00–13:50 Uttanríkis- og fiskimálaráðið (Loftsrúmið í Tinganesi)

14:00-14:50 Heilsu- og orkumálaráðið (Kopargøta 1)