Millum annað sigur H.H. at tjóðveldið hevur arbeitt við fleiri uppskotum til fíggjarlóg. Hví hevur Føroya fólk ongantíð sæð hesarfíggjarlógir.
Víðari sigur hann, at teir hava roknað við vaksandi inntøkum frá vinnulívinum, og at fíggjarætlanirnar hjá tjóðveldisflokkinum hava víst, at búskapurin fer at batna yvir eitt áramál. Hví allari víðu verð hava teir hildið hesar positivu ætlanir sum loyndarmál. Hetta er óskiljandi hjá okkum, sum hava verið ígjøgnum so stóra kreppu, at nógv tjóðveldisfólk rýmdu til Danmarkar at búgva.
Hann ásannar, at skiftistíðin verður trupul, men kemur til ta genialu ella paradoksalu niðurstøðu, at av tí at vit skylda so nógv, verður skiftistíðin nógv greiðari.
Hann fortelur, at blokkurin er 900 mill. kr., og helmingurin fer aftur til Danmarkar sum renta, og at vit skjótt fara at gjalda hin helmingin í avdrøgum, og tí rindar blokkurin onga vælferð í Føroyum.
Hetta er manipulatión við tølum ? og veljarum.
Vit gjalda ikki helvtina av 900 mill. kr. í rentu, men 400 mill. Hinar 500 mill. kr. fara ikki allar til avdrøg. Hetta verður ein samráðingarspurningur, og avdrøgini verða ikki 500 mill., men ein upphædd, ið samfelagið tolir at bera.
Okkara formaður hevur longu nú sum fólkatingsmaður fingið lyfti frá statsministaranum um, at afturgjaldingin ikki skal ganga út yvir vælferðina.
Høgni Hoydal sigur víðari, at vit skulu brúka 6-8 ár til eina tillagingartíð, sum skal skapa inntøkur til landshúsarhaldið. Hví hevur tjóðveldið ikki longu nú skapt hesar inntøkur? Tað má vera ábyrgdarloysi við lít, ið tí arbeiðsloysi vit hava havt.
Blokkurin er góðar 900 mill. kr., men hetta er ikki alt. Vit hava snøklar sum sjóverju, politi og dómsvald og annað, ið danir gjalda einar 300 mill. kr. fyri. Hetta kemur oman á blokkin.
Og so koma univeristet og aðrir lærustovnar, sum føroyskur ungdómur hevur fría atgongd til. Ein føroyskur lesandi kostar tí danskarum einar 100-150 túsund kr. pr. ár. Hvør skal gjalda útbúgvingarnar, tá bandið er kvett. Umframt hetta fær føroyskur ungdómur studning frá S.U. á jøvnum føti við danskan un gdóm. Hetta eru ágóðar, ið Høgni og aðrir tjóðveldismenn hava fingið við ríkisfelagsskapinum. Hetta veittrar Høgni farvæl til við loysingini.
Valið er einfalt: Antin taka vit loysingina við Heina O. Heinesen sum løgmanni og doyggja við tarablaði í munninum. ?
Hin møguleikin er, at vit velja vælferina við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni og seta nýggja sjálvstýrislóg í gildi.
Dan R. Petersen,
javnaðarmaður