Soleiðis gekk tað fyri seg í Fámara

Vit á in.fo hava fingið Johan Dalsgaard at greiða okkara lesarum frá, hvat ítøkiliga - og í smálutum - hendi í Fámara gjáramorgunin, tá umboð fyri Búnaðarstovuna komu á gátt.

Vit á in.fo hava fingið Johan Dalsgaard at greiða okkara lesarum frá, hvat ítøkiliga - og í smálutum - hendi í Fámara gjáramorgunin, tá umboð fyri Búnaðarstovuna komu á gátt.

Johan sigur, at tað var klokkan 10.45, at tað bankaði á dyrnar.

- Rakul læt upp og kom inn í køkin eftir mær. Í gongini stóðu Bjørn Patursson og Andrass Holm Arge.

- Ja? segði eg.

Bjørn segði nú okkurt, sum Johan ikki hoyrdi.

- Tú mást snakka nógv harðari, tí eg hoyri ikki, hvat tú sigur!

Bjørn: - Vit eru komnir fyri at fáa eitt yvirblikk yvir situatiónina.

- Tað hava tit nú fingið. Farvæl!

Bjørn: - So, tit eru ikki flutt?

- Nei, vit eru ikki flutt, og vit fara ikki at flyta!

Bjørn: - Hvørji onnur fólk eru í húsinum beint nú?

- Tað sigi eg ikki! Vit hava ein sakførara. Tú kanst snakka við hann!

Bjørn: - Ja, so havi eg ongan annan møguleika enn at biðja myndugleikarnar um at fáa tykkum út.

- Ja, og eg havi akkurát snakkað í telefon við dómaran. Tú verður noyddur at gera títt heimaarbeiði betri. Tað einasta, eg enn veit um útsmiting, er ein email til mína hotmail!


Bjørn: - Fiskimálaráðið hevur staðfest...


- Fínt, fínt, far nú avstað!!

Johan Dalsgaard sigur, at nú fóru Bjørn Patursson og Andrass Holm Arge út, og hann stongdi hurðina.