Síðani 31. oktober í fjør hevur tann 68 ára gamla milliardafrúan Anne-Elisabeth Hagen verið hvorvin.
Í 70 dagar kannaði løgreglan eitt møguligt ránsmál í loyndum, til hon fyrst í januar almannakunngjørdi, at 68 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen var horvin úr heimi sínum.
Løgreglan heldur, at kvinnan er rænd. Tey vita ikki, um hon er fjald í Noreg ella uttanlands.
Her er eitt yvirlit yvir málið:
* 31. oktober 2018 hvørvur 68 ára gamla norska kvinnan Anne-Elisabeth Hagen, sum er gift milliardinginum Tom Hagen, úr heimi sínum á Sloraveien í Fjellhamar í Lørenskog kommunu eystan fyri Oslo.
* 9. januar váttar løgreglan, at tey kanna eitt mál um rán av Onnu-Elisabeth Hagen. Løgreglan upplýsir, at settar eru fram hóttanir og krav um loysigjald í kryptovaluta ímóti at lata kvinnuna leysa.
* 10. januar eftirlýsir løgreglan tríggjar persónar, sum eru sæddir á sjónvarpsansni framman fyri arheiðsplássi hjá Tom Hagen hendan dagin, kvinnan hvarv. Tað snýr seg um tveir persónar til gongu og ein á súkklu.
* 11. januar biður løgreglan um tipp um møgulig goymistøð. Tað kann vera í Noreg eins og uttanlands. Løgreglan eftirlýsir framvegis persónarnar frá upptøkutólkinum.
* 12. januar er persónurin á súkklu eyðmerktur. Tað upplýsir løgreglan, sum tó framvegis vil hava samband við hinar persónarnar.
* 14. januar sigur familjan hjá Onnu-Elisabeth Hagen umvegis advokatin Svein Holden, at tey fegin vilja hava ránsfólkini at seta seg í samband við familjuna.
* 15. januar upplýsir løgreglan, at síðsta lívstekni frá norsku kvinnuni er 31. oktober 2018 klokkan 9:14, tá hon tosaði í telefon við mannin. Løgreglan heldur, at hon hvarv millum klokkan 09:14 og 13:30 sama dag.
* 16. januar hevur løgreglan fyri yvir 1.000 tipp í ránsmálinum.
* 23. januar fer løgreglan at leita í einum vatni nærindis bústaðin hjá rændu kvinnuni. Her leita teir eftir sporum, sum kunnu knýtast til ránið.
* 24. januar upplýsir advokaturin hjá familjuni, Svein Holden, at famljan vikuna frammanundan hevur fingið boð frá persónum, sum siga seg hava burturflutt Onnu-Elisabeth Hagen. Boðini eru sambært Svein Holden send á einum »digitalum platformi«, sum hann ikki vil nevna. Í boðunum eru eingi lívstekin frá kvinnuni.
* 28. januar upplýsir løgreglan, at í sambandi við kanningarnar í vatninum hava tey funnið fleiri lutir. Teir skulu kannast nærri fyri at vita, um teir kunnu knýtast til málið.
* 11. februar upplýsir løgreglan, at nýtt samband hevur verið við tey, sum hildin vera at hava rænt kvinnuna.
Keldur: NTB, VG og Aftenposten
/ritzau/