Soleiðis kann korona hava tikið seg upp

Ein altjóða nevnd, sum hevur verið í Kina, hevur nakrar metingar um, hvussu korona tók seg upp

Tað kann hava verið eitt starvsfólk á eini rannsóknarstovu í kinesiska býnum, Wuhan, sum var tann fyrsti sjúklingurin við koronu. Tað er niðurstøðan hjá ein altjóða serfrøðingarnevnd hjá alheima heilsufelagsstovninum,  veit danska TV2, at siga.

 

Nevndin hjá WHO, WHO, sum hevur verið í Kina við tí endamáli at fáa greiði á, hvussu korona tók seg upp, at kalla útihýsir tí møguleika, at korona stavar frá eini rannsóknarstovu í Kina, haðani tað hevur breitt seg.

 

Men hinvegin halda tey, at tað er sannlíkt, at tann fyrsti sjúklingurin, sum fekk koronu, var eitt starvsfólk á eini rannsóknarstovu í Wuhan og sum hevur verið úti úti og tikið royndir av flogmýs, og sum hava smittað hann við koronu. Talan kann eisini vera um eitt starvsfólk á rannsóknarstovuni, sum er smittað av eini flogmús inni á sjálvari rannsóknarstovuni.  

 

Men tey leggja afturat, at tey hava ikki fingið nakað endaligt prógv fyri hesi niðurstøðuni. Men í arbeiðnum at finna upprunaligu smittukeldina, verður fyrst og fremst hugsað um flogmýs, tí tað virussið, sum mest líkist koronavirussinum, sum er farið at breiða seg, livur í einum ávísum slagi av flogmýs.

 

Hetta slagi av flogmús heldur ikki til rundan um Wuhan og tey einastu, sum tey vita við vissu, hava verið í sambandi við hetta slagi av flogmús, eru starvsfólk á eini rannsóknarstovu í býnum.

 

Men myndugleikarnir í Kina hava verið tungir at dansa við so tað hevur gingið strilti at fáa atgongd til skjøl hjá rannsóknarstovuni. Nevndin hjá WHO slapp tó inn á tvær rannsóknarstovur, sum báðar arbeiddu við at kanna flogmýs, og har tey fingu tosa við starvsfólk.

 

Ein av rannsóknarstovununum liggur einans 500 metrar frá tí matvørumarknaðinum í Wuhan, har korona gjørdi nógv um seg ta fyrstu tíðina á heysti í 2019.