Soleiðis verður mánamorgun lættari

Nýggj uppfinning hjálpir tær í gongd mánamorgun

Mánamorgnar kunnu verða strævnir – ikki minst hesa ársins tíð – og fleiri munnu kenna tað tungt at koma úr songini fyrsta arbeiðsdagin í vikuni.


Men nú kann ein japansk uppfinning hjálpa tær í gongd við uppgávurnar mánamorgun, væl at merkja um tær eru á telduni.

Super Gorone Desk kann nevniliga syrgja fyri, at tú kanst arbeiða á telduni, meðan tú liggur í songini.

Uppfinningin er gjørd í Japan, og Super Gorone Desk kostar smáar túsund krónur.