Føroyska veðurstovan sigur í seinastu forsøgnini, at tað verður nakað av regni og ælaveðri restina av vikuni, men tað verður eisini turt við hvørt og møgleiki verður fyri sólglottum onkrar dagar.
Hetta er forsøgnin frá Veðurstovuni:
Forsøgn galdandi til hósmorgun
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, at byrja við regn ella okkurt ælið sunnaneftir, men út á fyrrapartin turt fyri tað mesta. Stundum tám ella mjørki, serliga sunnanfyri, men eisini sól av og á, serliga norðanfyri. Í nátt frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, seinni vaksandi upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagur
Fyrst frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn. Seinni lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, tað verður turt fyri tað mesta og sólin kagar fram. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagur
Fyrst lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, turt og smáskýggjað, men sum frá líður skýggjað og samregn. Hitin 8 til 12 stig.
Leygardagur
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og í løtum regn ella ælaveður, men sum frá líður turt fyri tað mesta. Hitin 8 til 12 stig.
Sunnudagur
Frískt lot til frískan vind sunnan ella av útsynningi, 5 til 10 m/s, sólglottar og okkurt ælið. Hitin 10 til 13 stig.