Higartil hevur tað ikki hilnast væl hjá Arsenal í jólamánaðinum. Eftir tapið í europeisku meistarakappingini í Spania, hevur Arsenal, sum síðani summarsteðgin hevur verið flúgvandi, mist fýra stig í landskappingini. Arsenal er framvegis oddalið, men nú er munurin aftur til Manchester United og Chelsea tódnaður til bara eitt stig.
Í dag vitjaði Arsenal á Riverstade Stadium norðuri í Middelsbrough. Tá ið oddaliðið mitt í síðstu viku vitjaði norðuri í Newcastle, var úrslitið 1-1. Í dag tapti Arsenal 2-1. Hetta var fyrsta tapið hjá London felagnum í hesum kappingarárinum.
Heimaliðið fekk fína byrjan. Í fjórða minutti setti Stewart Downing hol á við brotssparksmáli. Málið lyfti Middelsbrough upp, og hóast Arsenal royndi at trýsta, so vóru teir reyðu og hvítu tannleysir. Seytjan minuttir fyri leiklok økti Tuncay til 2-0. Í yvirtíðini minkaði Tomas Tosicky um munin til 2-1, sum gjørdist úrslitið.
Tey trý stigini lyftu Middelsbrough upp um niðurflytingarstrikuna og fram á 14. plássið. Arsenal er framvegis oddalið, men munurin aftur til Manchester United er eitt stig.