15. umfar í Vodafonedeildini royndist sera væl hjá runavíkingum og sandoyingum. Runavíkingar vunnu grannauppgerðina móti B68, samstundis sum nærmasti kappingarneytin í oddastríðnum, HB, óvæntað tapti móti uppflytarunum av Sandoynni. Tískil er NSÍ nú fýra stig frammanfyri HB og ÍF, sum liggja á øðrum og triðja plássi í stigatalvuni.
Óvæntaði sigurin hjá sandoyingum á HB hevur við sær, at B71 nú er á sjeynda plássi á stigatalvuni, og hevur lagt frástøðu til FC Suðuroy og AB, sum liggja á niðurflytingarplássunum.
Við sigrinum á FC Suðuroy eru fuglfirðingar komnir ájavnt HB á øðrum plássi í stigatalvuni, meðan sundalagsmenn so smátt byrja at blands seg uppí stríðið um heiðursmerkini, eftir at teir vunnu ein tepran 2-1 sigur á AB.
Sensatiónin í Gundsdali
Karmarnir til dystin millum HB og B71 vóru teir bestu. Veðrið var av tí besta og nógvir Ólavsøku-gestir høvdu leitað sær niðan í Gundadal til Vodafonedystin, sum samstundis var steypadystur.
Tað vóru vertirnir, sum byrjaðu dystin betur, og høvdu bóltin meira, men høvdu trupult við at spæla seg ígjøgnum mannsterku B71 verjuna. Tá í so HB megnaði at koma til kjansir, so stóð Predag Markovic í B71 málinum í vegin .
Sum minuttirnir gingu komu sandoyingar betur við í dystin, og beint undan steðginum bragdaði hjá sandoyingum. Sum so ofta áður var tað talismanurin hjá sandoyingum, Símin Hansen, sum vísti vegin. Staddur nakað uttanfyri brotsteigin smekkaði hann bóltin hegnisliga í kassan, uttan møguleikar hjá Tórði Thomsen at bjarga. Eitt sera vakurt mál.
Eitt korter inn í seinra hálvleik fær HB brotspark, tá Vagnur M. Mortensen verður feldur í kriminella feltinum. Fróði Benjaminsen er tryggur frá ellivu metrum og javnar til 1-1.
Eftir útjavnandi málið hevði HB góðar møguleikar at leggja seg á odda, men eins og í fyrra hálvleiki gekk strilti hjá havnarmonnum at fáa bóltin fram við vælleikandi Predag Markovic í B71 málinum.
Tá tað restar knapt korter av dystinum fellur avgerðin. Sandoyingar fara í mótálop, og bólturin endar hjá innskifta Mads Hentze sum fær stýrt bóltinum fram við HB málvejanum, og á sjálvari málstrikuni sparkar Thomas Hans Rubeksen bóltin síðsta strekkið um málstrikuna.
Reytt kort fekk avgerðandi týdning
Ólavsøkudag var aftur Vodafone- og steypadystur í Gundadali, tá B36 tók ímóti Víkingi. Talan gjørdist um ein hendingarríkan og dramatiskan dyst. Longu áðrenn sekundvísarin var komin eina rundu, lá bólturin í Víkinga málinum. Málskjútti var Jákup á Borg.
Bert tveir minuttir eftir at B36 hevði lagt seg á odda, var rok í hinum endanum. Dmitrije Jankovic var vístur av vøllinum fyri at hava tikið hondina til hjálpar, og Víkingur fekk brotsparki, sum Sam Jacobsen setti í netið.
Útvísingin av Jankovic fekk avgerðandi týdning fyri dystin, tí havnarliðið mátti spæla 10 móti 11 í heili 85 minuttir.
Beint fyri hálvleik gjørdist mótbrekkan hjá B36 enn brattari, tá Páll Klettskarð legði Víking á odda 2-1, við eini perlu av einum máli. Staddur skamt uttanfyri brotsteigin við rygginum móti málinum, tamdi hann bóltin, og í knappari vending smekkaði hann bóltin í kassan.
Í seinra hálvleiki hevði B36 tað trupult. Teir vóru noyddir fram á vøllin, men tað var sjálvdan teir komu til vandastøður. Sum minuttirnir gingu byrjaðu teir 10 B36 leikarnir at møðast, og 20 minuttir fyri dystarlok gav tað útslag á máltalvuni, tá Sølvi Vatnhamar skoraði til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga støðan.
Jann Ingi søkti B68
Tað vóru runavíkingar, sum byrjaðu dystin betur og vóru ágangandi. Leikliga yvirvágin gav úrslit tá 18 minuttir vóru farnir. NSÍ hevði fríspark stutt inni á B68 hálvuni. Einar trillaði bóltin til Jann Inga, sum smekkaði til úr góðum 35 metrum, og í kassan til 1-0 til NSÍ. Ein sonn perla av einum máli.
Beint eftir steðgin var Jann Ingi aftur á blettinum, og økti til 2-0. Nú mundu tey flestu halda at dysturin var avgjørdur, men toftamenn brettu teir upp um armar, og stríddu seg inn aftur í dystin.
Stutt eftir 2-0 málið fekk B68 ein gyltan møguleika at reduserað, men Gango bjargaði brotsparkinum frá Jóhan Dávur Højgaard.
Sum minuttirnir gingu gjørdist toftamenn naskari, og í 68. minutti gav tað úrslit, tá Keita skoraði eftir innlegg úr vinstru síðu.
Eftir at hava minkað um munin, tevaðu toftamenn blóð. Teir hildu á við at trýsta, og komu fram til nakrar góðar kjansir, men ein sera vælleikandi Gango í NSÍ málinum gjørdi sítt til at NSÌ fekk øll stigini.
Botnliðini snávaðu aftur
Støðan hjá botnliðunum AB og FC Suðuroy gjørdist ikki betri, eftir at tey taptu sínar dystir, meðan sandoyingar vunnu á HB.
Á Argjum vóru sundalagsmenn á vitjan, og leingi sá út til at argjamenn skuldu fáa stig í dystinum. Men við tveimum málum seinasta korterið av dystinum, eydnaðist tað EB/Streymi at vinna 2-1, eftir at argjamenn høvdu lagt seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Fuglfirðingar fingu fulla úrtøku í Suðuroy, tá teir vunnu ein sannførandi 3-0 sigur á FC Suðuroy. Við sigrinum er ÍF komi ájavnt HB a øðrum plássi í stigatalvuni.