Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði meir enn helvtina av málunum hjá KÍF í 23-26 (11-12) heimatapinum ímóti Neistanum í kvøld.
Fyri Hans Eli Sigurbjørnsson er tað ein ógvuliga soltin uggi at skjóta 13 mál í einum dysti sum KÍF kortini tapir.
Á plusssíðuni kann Hans Eli Sigurbjørnsson tó fegnast um gott samanspæl við Borko Cupara sum skoraði sjey mál fyri KÌF. Hans Eli og Borko skutu sostatt 20 av 23 málum hjá KÍF í kvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Hans Eli Sigurbjørnsson beinleiðis á FM1 aftaná dysturin í Kollafirði var liðugur.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Til ber eisini at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rasmus Søby hjá Neistanum.