Kyndil hevur saman við Neistanum vunnið seg víðari í hálvfinalurnar í bólki 1 hjá monnum í Faxe Kondi kappingini.
Tað gjørdist greitt tá kyndilsmenn vunnu greitt 30-23 (14-12) á Team Klaksvík í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. Eitt skiftið var støðan javnleikur 15-15, men so glapp dysturin fyri Team Klaksvík, og teir grønu úr Havn hugdu ikki aftur, og vunnu at enda ein tryggan sjeymálssigur.
Einmansherurin, Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við heili 13 málum. Toppskjútti hjá Kyndli var Rógvi Dahl Christiansen við sjey málum. Eirikur J. Simonsen skoraði seks mál fyri Kyndil.
Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge orðið á stórskjúttan hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti, sum ikki finnur nakran ugga í at hava skorað 13 mál, tá liðið tapir greitt og verður sent úr Faxe Kondi kappingini.
Eins og Hjalti Mohr Jacobsen hjá Kyndli staðfestir Sámal á Tjaldrafløtti, at løtan í seinna hálvleiki har Team Klaksvík var í yvirtali í tveir minuttir, og Kyndil kortini vann yvirtalsstøðuna 2-0 var avgerandi.
Sámal á Tjaldrafløtti greiðir frá, at tað er ein afturvendandi trupuleiki hjá Team Klaksvík, at teir duga ov illa at gagnnýta yvirtalsstøðurnar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sámal á Tjaldrafløtti aftaná Sámal og liðfelagarnir í Team Klaksvík høvdu tapt 23-30 (12-14) ímóti Kyndli.
Neistin og Kyndil hava fýra stig í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini. Team Klaksvík endar á tveimum stigum, og aftast er H71 2 við ongum stigi. Í morgin klokkan 17.30 spæla H71 2 og Neistin ein dyst í Hoyvíkshøllini, sum bara hevur kosmetiskan týdning.
Samrøðan, sum Tróndur Arge gjørdi við Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli hoyrist HER