- Tað var Aleksandr Solzjenitsyn, sum segði heiminum sannleikan um ta sovjetsku skipanina og gav altjóða samfelagnum lut í honum, segði franski forsetin, Nicolas Sarkozy, tá hann fekk deyðsboðini av Sokzjenitsyn. Hann legði afturat, at Solzjenítsyn var ein tann týdningarmesta samvitskan í Russlandi í 20. øld.
Aleksandr Solzjenitsyn avdúkaði ræðuleikarnar í Gulag í trimum bindum, sum komu út í Vesturheiminum í árunum frá 1973 til 1978. Í 1970 fekk hann Nobel-bókmentavirðislønina.
Í 1974 noyddist Solzjenitsyn at flyta av landinum, men sjálvt í útlegd bleiv hann roknaður sum talsmaður fyri ta politisku andstøðuna í Sovjetsamveldinum.
Solzjenitsyn búði í USA og Sveis í fleiri ár. Tá hann flutti heim aftur í 1994, bleiv hann fagnaður sum hetja, og í fjør fekk hann ta hægstu, russisku viðurkenningina fyri sítt virksemi innan russiskan skaldskap.
Teir seinastu mánaðirnar hevur Solzjenitsyn ikki verið alment frammi, og sambært soninum Stepan hevur hann verið sjúkur leingi. Í gjártkvøldið doyði hann av einum hjartatilburði.
Aleksandr Solzjenitsyn var 89 ára gamal, nú hann doyði.