? Eg havi kannað málið og kann siga, at handan søgan er heilt burturvið!
So avgjørdur er Sommer Joensen um hendingina, ið er umrødd her á síðuni.
? Veruleikin er tann, at politiið, sum tey siga, steðgaði pick-upp'inum. Í lastini var ein rúgva av rópandi og syngjandi ungdómi ? fleiri av teimum skít. Tey høvdu vist verið í balli hjá onkrum á Tvøroyri. Politiið orðnaði hesum ungu úr lastini, og tað var gaman í. Tey ungu hildu so, at politibilurin so kundi koyra fleiri ferðir til Hvalbiar og aftur inntil øll vóru heima, men tað gekk jú ikki. Men lagið var stak gott, tá tey fóru »trallandi« inn eftir vegnum, greiðir Sommer frá.
Hann sigur víðari, at tey vóru, so vítt hann skilti, saman við onkrum av Tvøroyri, ið búði nakað innanvert plantasjuna. Har fóru tey inn í ein kjallara at bíða eftir bussinum, og tað var tað seinasta politiið hoyrdi til ungfólkini.
Teirra egna skuld
Sommer Joensen sigur, at tá politiið steðgaði lastbilinum, var hann mitt í býnum, beint uttanfyri húsini hjá einum hýruvognsførara. Møguleikin at leiga sær bil til Hvalbiar og Sandvíkar skuldi tí ikki verið so langt burturi.
Sýslumaðurin sigur, at orsøkin til, at ungfólkini vóru koyrd úr bilinum var hon, at teir ikki vildu koma út fyri, kanska at taka tíggju lík upp inni í dalinum.
? Var talan um, at bilurin var millum bygdir, var støðan ein heilt onnur. Og so høvdu vit sjálvsagt ikki farið fram á sama hátt. Men av tí at hetta var mitt í býnum, og at ungfólkini vóru meiri enn væl fyri, var hildið rættast at gera so, sum gjørt var.
Tá ungfólkini vóru í heitum og fjálgum kjallara, og hartil høvdu atgongd til telefon, má tað á ein ella annan hátt vera teirra egna skuld, er onkur komin illa fyri, vísir Sommer Joensen á og avvísir avgjørdur, at politiið á Tvøroyri hoyrdi eitt einasta orð aftur til tey ungu.
Ósambæriligar søgur
Eftir stendur so, at ikki báðir bólkar kunnu tala satt í hesum máli. Frágreiðingarnar eru so ólíkar, at tað kann tykjast, sum tað er hvør sín hending, sipað verður til.
Her skal sjálvsagt eingin leggjast undir at siga ósatt, men eftir stendur so tann klára niðurstøða, at søgurnar eru púra og heilt ósambæriligar.