Somu møguleikar fyri allar føroyingar

Birgir Mohr, Sandi
-------

Mær fall fyri bróstið hesi úttalilsi hjá løgtingskvinnu Javnaðarfloksins og fíggjarnevndarlimi okkara. Vøkur orð um útjavning, solidaritet, somu møguleikar fyri okkum øll til tilboðini í Tórshavn - fyrst og fremst arbeiðstilboðini. Men bert orð gera tað ikki.
Lat ein bil fara við arbeiðsfólki úr Norðoyggjum til Havnar við bilførara og øðrum. Hesin skal gjøgnum í hvussu so er tríggjar kanska fýra ella fimm tunlar og yvir eina brúgv. Kostnaðurin fyri koyring í ein mánað er 900 krónur fyri øll fimm arbeiðsfólkini í almennum taksti.
Lat sama bil fara úr Dali ella aðrastaðir úr Sandoy við fýra arbeiðsfólkum umframt bilførara. Kostnaðurin fyri koyring eftir í førum vánaligum landsvegi, har omanlop er vanligt, og har tveir bilar ikki kunnu møtast alla staðir fyri til seinast at standa á Skopunar kai í bilkø til Teistan og kanska sleppa við. Sleppur tú við tann túrin, so kostar tað fyri koyring í ein mánað 3.690 krónur bíligasta takst fyri hesi fimm.
Væl er javnað, ella hvat heldur tú Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna. Eru her somu møguleikar? Nei, eg spyrji bara. Og hettar er støðan í øllum Suðurøkinum í dag,
Annars alt tað besta og við javnaðarkvøðu.