##med2##
Komandi EM-undankappingardystirnir hjá manslandsliðnum í hondbólti móti Kekkia á útivølli 4. november og á heimavølli 7. november, og tilveran sum spælari í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru høvuðsevnini hjá Sjúrði H. Hoydal í hondbóltssendingini hjá FM1 seinnapartin.
Gestir hjá Sjúrði H. Hoydal vóru landsliðsvenjarin, Sonni Larsen og Rógvi Dal Christiansen, ið spælir við Fram Reykjavík í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Sonni Larsen undirstrikar, at hóast Hákun West á Teigum, ið spælir á sera høgum støði í Skanderborg ikki er úttikin hesaferð, so er eingin ivi um, at landsliðsvenjaratoymið hevur Hákun í tonkunum til komandi ár, og til komandi avbjóðingar hjá landsliðnum.
Rógvi Dal Christiansen staðfestir eina heldur strævna tíð nú íslendska kappingin er rakt av einum koronu-steðgi. Men Rógvi gleðir seg stórliga til dystirnar móti Kekkia, ikki minst á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.