Sonur finska forsetan fær eftirspurda starvsvenjing

Umboðsmaðurin hevur fingið klagur um val av soninum hjá forsetanum, Oliver Stubb, til eftirspurda starvsvenjing.

21 ára gamli sonurin hjá finska forsetanum Alexander Stubb hevur sum fyrsta árs lesandi vunnið á teim bestu av sínum útbúgvingarfeløgum til eina eftirspurda starvsvenjing. Hetta hevur elvt til undran í Finnlandi. (Savnsmynd). - Mynd: John Thys/Ritzau Scanpix

Viðgerðin av eftirspurdari starvsvenjing hevur seinastu dagarnar sett sinnini í kók í Finnlandi, eftir at tað kom fram, at starvið var farið til Oliver Stubb, sonin hjá forsetanum í Finnlandi, Alexander Stubb.

Tað upplýsir tíðindastovan TT.

Tilsamans søktu 200 fólk starvsvenjingina sum granskingarhjálpari á finska stovninum fyri altjóða viðurskifti (FIIA).

59 umsøkjarar lýktu treytirnar, meðan tilsamans fimm fólk vóru boðin til samrøðu, skriva finskir miðlar.

21 ára gamli sonur forsetans er á fyrsta ári á bachelorútbúgving á einum universiteti í Bretlandi.

Hinir fýra umsøkjararnir, sum vóru boðnir til samrøðu, lesa allir á masterstigi og hava viðkomandi arbeiðsroyndir í mun til Oliver Stubb, skriva finskir miðlar.

Sambært finska blaðnum Iltalehti vórðu umsóknarkrøvini eisini broytt tveir dagar eftir, at Oliver Stubb setti seg í samband við stovnin fyri at fregnast um starvsvenjingina.

Broytingin í krøvunum hevði við sær, at tað bar til hjá lesandi á universitetum í Bretlandi at søkja starvið.

Stjórin í FIIA, Hiski Haukkala, hevur vart valið hjá soninum hjá forsetanum, og sigur, at Stubb var serliga motiveraður.

Hann hevur eisini hildið fast um, at góður fyrisitingarligur siður varð fylgdur. Enn hevur stjórin ikki latið dokumentatión av tilgongdini.

Umboðsmaðurin hjá finska tjóðartinginum hevur fingið seks klagur um, at starvsvenjingin varð latin Oliver Stubb, skrivar Iltalehti.

Avgerðin hevur eisini verið fyri atfinningum frá millum øðrum Seppo Koskinen, professara í arbeiðsrætti.

Í síðstu viku segði hann við Yle, at orsøk var til at hava illgruna um, at FIIA ikki hevði brúkt somu valkriterium fyri allar umsøkjarar.

- Uttanífrá sær tað ikki gott út, segði professarin í síðstu viku.

Granskingarætlanin hjá FIIAS snýr seg um finskan uttanríkispolitikk, norðurevropeiska trygd og NATO.

Oliver Stubb er longu farin í starvsvenjing hjá FIIA, skrivar Yle.

 

/Ritzau/

 

 

 

21 ára gamli sonurin hjá finska forsetanum Alexander Stubb hevur sum fyrsta árs lesandi vunnið á teim bestu av sínum útbúgvingarfeløgum til eina eftirspurda starvsvenjing. Hetta hevur elvt til undran í Finnlandi. (Savnsmynd). - Mynd: John Thys/Ritzau Scanpix