Sonur Lars Løkke valdur við 5005 atkvøðum

31 ára gamli Bergur Løkke Rasmussen, sonur Sólrun og Lars Løkke Rasmussen, var á kommunuvalinum týsdagin valdur í regionsráðið í Keypmannahavn. Hann fekk næstflestar atkvøður á listanum hjá Vinstra.

Tað er greitt, nú atkvøðurnar til regiónsvalið eisini eru valdar. Samstundis sum kommunuval er í Danmark er eisini val til tey fimm regiónsráðini í Danmark.

 

Bergur Løkke Rasmussen fekk 5.005 atkvøður.

 

Harvið er hann tað valevnið, sum fekk næst flestar atkvøður á listanum hjá Vinstra eftir høvuðsvalevnið hjá flokkinum, Martin Geertsen, sum fekk 17.029 persónligar atkvøður.

 

Á Twitter skrivar Bergur Løkke Rasmussen soleiðis:

 

- 5005 personlige stemmer og valgt ind som Venstres 2. mandat! Tusind (x5) tak. Mine dejlige vælgere elsker symmetri, for i 2013 fik jeg 4004 stemmer ;).

 

Bergur Løkke Rasmussen hevur áður verið limur í regiónsráðnum hjá Region Hovedstaden. Tað var frá 2014 til 2018. Á sumri í 2019 stillaði hann upp til valið til ES tingið. Men varð ikki valdur.

 

Lars Løkke Rasmussen skrivar á Facebook, at hann er »oprigtig stolt af« úrslitinum hjá soninum.

 

– Han har været tætteste tilskuer og deltager i mit eget politiske liv, så ville sagtens kunne have forstået, hvis han var løbet skrigende bort fra at stille sig frem, til rådighed og påtage sig ansvar.

 

- Han har valgt det modsatte. Det gør en gammel far glad, stolt og lidt ydmyg, skrivar fyrrverandi forsætisráðharrin.

 

Úrslitið merkir, at Bergur Løkke Rasmussen skal vera ein av fimm limum, sum umboða Vinstra í regiónsráðnum frá nýggjárinum at rokna.

 

Á valinum týsdagin misti Vinstra ein sess samanborið við valið í 2017, tá flokkurin fekk seks sessir.

 

Eindarlistin, Radikali Vinstri og Tey Konservativu høvdu framgongd. Tað merkir, at Vinstri verður fjórðstørsti flokkur í regionsráðnum saman við teimum Radikalu, sum eisini hava fimm.

 

Tilsamans 41 limir eru í regiónsráðnum.

 

/ritzau/