Sonurin tekur yvir í Polar Seafood

Anders Brøns hevur í sínum testamenti tikið hædd fyri, at virksemið hjá Polar Seafood ikki skuldi ávirkast av deyða hansara.

Tað verður sonur Anders Brøns, Miki Brøns, sum tekur yvir í Polar Seafood, eftir at pápin knappliga læt lív í Ålborg herfyri. Sonurin yvirtekur teir nevndar-og partabrævapostar, sum pápin hevði í felagnum, sum hann var við til at stovna.

 

Anders Brøns var kendur fyri at hugsað langsiktað, og tí var tað ikki so óvæntað, at hann í góðari tíð eisini hevði hugsað um framtíðina hjá Polar Seafood.

 

Stýrisformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, sigur í tíðindaskrivi, at tað verður Miki Brøns, sum fer at taka sær av áhugamálunum hjá familjuni í samtakinum.

 

- Tað verður Miki Brøns, sum tekur yvir leiklutirnar, sum pápin hevði í stýrinum fyri Polar Seafood Greenland A/S og Polar Seafood Denmark A/S, sigur stýrisformaðurin.

 

Hann leggur aftrat, at nú búgvið er gjørt upp, er avgerðin tikin um, at tað verður Miki Brøns, sum kemur at eiga partabrøvini í Polar Seafood Greenland A/S.

 

- Eg kann upplýsa, at Anders Brøns í sínum testamenti hevur tikið hædd fyri, at virksemið hjá Polar Seafood ikki skuldi ávirkast av deyða hansara, sigur stýrisformaðurin.

 

Tað verður handilsstarvsfelagin hjá Anders Brøns gjøgnum mong ár, Jens Friis Salling, sum tekur yvir uppgávuna hjá farna sum fyrisitingarstjóri í felagnum.