Sophus og Eyðvør avloysa Gunnar og Rodmund

Sophus Dal Christiansen og Eyðvør Berg eru nýggir nevndarlimir í Handilsvinnufelagið. Tað gjørdist greitt, tá felagið í farnu viku hevði aðalfund.


Vinnuhúsið upplýsir, at Gunnar Mohr og Tummas Hanus Dam stóðu fyri vali á fundinum, og meðan Gunnar Mohr ynskti at taka enn eitt tørn í nevndini, boðaði Tummas Hanus Dam frá, at hann ynskti at takka fyri seg. Men tá tað á fundinum gjørdist greitt, at stóru áhugi var fyri at sleppa upp í nevndina, gjørdi Rodmundur Nielsen eisini av at takka fyri seg í nevndini.


Sostatt skuldu tveir nýggir limir veljast fyri Tummas Hanus Dam og Rodmund Nielsen og gjørdust tað Sophus Dahl Christiansen og Eyðvør Berg.


Í nýggju nevndini í Handilsvinnufelagnum sita Petur Eirik Djurhuus, Regin W. Dalsgaard, Gunnar Mohr, Eyðvør Berg og Sophus Dal Christiansen. Tiltakslimir eru Bergur R. Dam Jensen og Axel McIntosh.


Handilsvinnufelagið hevur til endamáls at savna føroyska handilsvinnu í ein vinnufelagsskap og at arbeiða fyri felags áhugamálum.