Kunningar- og samskiftistøknin hevur broytt heimin. Tá kinversku einaræðishararnir á sinni bardu friðarligu mótmælisfundirnar á Himmalfriðartorginum niður, frættu vit um ófriðin, víst so. Men tað gingu vikur, mánaðir og ár, áðrenn umheimurin fekk at kenna alla tilgongdina. Myndugleikarnir høvdu vald og tøkni til at forða umheiminum at fáa sannleikan um hendingarnar at kenna. Hetta at forða fyri kunning, at dylja vitan og innlit hevur altíð eyðkent einaræðiligar stjórnir. Men heimurin er broyttur. Kunningar- og samskiftistøknin hevur broytt alt, og eingin stjórn megnar í dag at forða umheiminum at síggja, havt, ið gongur fyri seg í viðkomandi landi.
Hóast stjórnin í Teheran sensurerar fjølmiðlarnar, forfylgir innlendskum og útlendskum journalistum, roynir at typpa internetið og hevur tikið burtur møguleikarnar at senda SMS, so megnar stjórnin ikki at forða kunningarstreyminum í at renna allar vegir. Ayatollarnir hava ikki ræði á Facebook og Twitter, og tí kunnu fólk um allan heim við egnum eygum síggja, hvussu stjórnin við harðari hond kúgar tey, sum á gøtum og torgum krevja sín demokratiska rætt. Hvat meira er: vit síggja tað, sum hendir, samstundis sum tað hendir. Milliónir sóu í gjár kollveltingarhirðmenn skjóta unga kvinnu. Kvinnan doyr fyri eygunum á milliónum um allan heim.
Eingin kann verða óávirkaður av slíkum hendingum og ávirkanin er ikki minst sterk í sjálvum Iran. Støðið undir átrúnaðarligu einaræðisharrarunum, teokratunum, fer at rilla. Teir hava ikki longur sama tak á hugaheimi fólksins, sum áður. Fólk verða ávirkað úr øllum ættum. Teokratarnir eru um at missa monopolið uppá at tulka heimin – eru um at missa tað monopolið uppá sannleikan. Kunningar- og samskiftisttøknin hevur brotið hetta monopolið og fólk, serstakliga ungfólk, í túsundatali eru til reiðar at vága lívið til tess at vinna tað persónliga og politiska frælsið, sum teokratarnir hava noktað teimum í trýati ár.
Iran hevur sermerkta politiska skipan við ávísum ”demokratiskum” stovnum undir eftirliti av átrúnaðarligum stovnum, ið ikki eru demokratiskt valdir. Valdið er í veruleikanum i hondunum á átrúnaðarligum eftirlitsráði, og formaðurin Khamenei hevur tí eins nógv ella meira vald enn forsetin. Alt gekk ikki rætt til á forsetavalinum herfyri, og eitt av valevunum, Moussavi, og viðhaldsfólk hansara krevja atkvøðurnar taldar av nýggjum undir eftirliti. Hetta við mótmælisgongum at vísa nøgd ella misnøgd er ein grundleggjandi demokratiskur rættur og menniskjan letur sær ikki alt lynda. Hetta hevur heimurin sæð mong dømi um. Hesin sami heimur heldur nú ondini, meðan sorgarleikurin fer fram á gøtunum í Teheran. Einki av demokratisku stórveldunum hevur hug at leggja uppí, tí hildið verður, at hetta bert ger ilt verri. Næstu dagarnir verða avgerandi fyri lagnuna hjá tí ungu demokratisku rørslu, sum hevur tikið seg upp og øll demokratiskt sinnað fólk vóna, hóast døpur útlit, tað besta fyri hesa rørslu.