Sorgarleikur í Roskilde

VANLUKKA. Ein av orsøkunum til sorgarleikin á Roskildefestivalinum, sum kravdi átta mannalív fríggjakvøldið, kann vera vánalig ljóðdygd

Lívgandi tónleikur broyttist til høpisleysan sorgarleik í Danmørk um vikuskiftið.

Fríggjakvøldið doyðu átta áskoðarar, sum vóru til tónleikaframførslu hjá amerikanska rokkbólkinum, Pearl Jam á Roskildefestivalinum. Teir átta ungu menninir, ið vóru falnir til jarðar, kvaldust, tá ið aðrir áskoðarar, ið vóru frá sær sjálvum, traðkaðu á teir.


Fleiri orsøkir

Teir umleið tíggju sjónarváttarnir, ið hava gjørt vart við seg, hava greitt løgregluna á staðnum frá, at konsertin var sera ógvislig og at áskoðarafjøldin var nógv villari enn vanligt. Nógv fólk vórðu lyft upp um høvd og flutt aftur og fram millum hundraðtals hendur.

Ein onnur týðandi orsøk til sorgarleikin kann vera, at ljóðið ikki var nóg gott. Ein sjónarvátti hevur alment boðað frá, at tveir av teimum fremstu hátalarunum ikki riggaðu, og at hetta fekk fólk í hópatali at flyta seg móti øðrum hátalarum, ið riggaðu.

Fyribils benda allar vitnisfrágreiðingarnar á, at stórur partur av mannfjøldini gjørdist sansaleysur av ræðslu.


Líkini kannast

Løgreglan í Roskilde er sera bilsin um, at bert menn doyðu í rokinum. Hóast nógvar kvinnur eisini vóru í áskoðarahópinum, hava tær eftir øllum døma megnað at sloppi sær undan ræðuliga trýstinum

Ikki fyrr enn um eina viku verður púra greitt um aðrar umstøður hava havt týdning í sambandi við tey átta lívlátini. Líkskurðarfólk fara m.a. at kanna, um og í hvønn mun teir átta vóru ávirkaðir av rúsevnum og rúsdrekka.


Hvør hevur skuldina?

Tíðindini um vanlukkuna á Roskildefestivalinum fóru sum rótasúpan um alla Danmørkina um vikuskiftið, og skelkurin stendur sambært danskar fjølmiðlar við. Stóri spurningurin tykist vera, hvør skal hava skuldina fyri sorgarleikin.

Nógv hava bent vreiði sína móti amerikanska tónleikabólkinum, sum er tiltikin fyri at fara ógvisliga fram undir konsertum sínum. Onnur eru í iva um, hvussu væl fyriskipað framførslan hevur verið. Og onkur teirra vil vera við, at vaktarhaldið við pallin ikki var nøktandi.


Skeiv deyðsboð

Eisini hava fjølmiðlar sagt frá persónligum upplivingum í sambandi við syndarliga tilburðin. Og ávísar frásagnir hava verið lívgandi hjá summum, hóast sorgarstandin.

Eini norsk hjún í Stavanger fingu tey boð, at sonur teirra, Bjarte Fossfjell, skuldi vera deyður av løsti undir konsertini hjá Pearl Jam. Løgreglan í Roskilde hevði funnið gjaldkortið hjá hesum unga manni uppi á einum av teimum deyðu. Men norski unglingurin, sum stóð fremstur í uppøstu mannamúgvuni undir konsertini, hevði mist gjaldkortið. Ein teirra, ið seinni lat lív, hevði eftir øllum at døma funnið kortið og stungið tað upp á seg. Tískil vórðu deyðsboðini av misgávum send til Noregs.

Bjarte Fossfjell ringdi sjálvur til foreldrini eftir skakandi hendingina. Hann visti ikki, at tey longu tá høvdu fingið deyðsboðini.

Eisini danski mentamálaráðharrin, Elsebeth Gerner Nielsen, kendi óvissuna á sær, tímarnar eftir vanlukkuna. Hon eigur 16 ára gamla dóttur, sum ikki lat frætta frá sær úr Roskilde, áður enn fleiri tímar eftir vanlukkutilburðin.


Seinasta heilsan

Teir ið lótu lív vóru tríggir danir (tveir 17 og ein 22 ára gamal), tríggir sviar (20, 21 og 22 ára gamlir), ein niðurlendingur (23 ára gamal) og ein týskari (26 ára gamal). Tey avvarandi hava øll fingið deyðsboðini. Boð eru eisini farin til Avstralia um, at ein 22 ára gamal maður úr Melbourne er illa særdur.

Seinastu heilsanina til teir deyðu á Roskildefestivalinum bar danski tónleikabólkurin, D.A.D., fram sunnukvøldið, tá ið festivalurin endaði. Hetta hendi á sama palli, har Pearl Jam gjørdi burtur úr sær fríggjakvøldið.