Sorgarleikurin í Vági

Eilif Samuelsen

Nú er málið um Miðnámsskúlan í Suðuroynni farið heilt av sporinum. Ein hovsaloysnin fyri og onnur eftir spretta nú fram úr hurlivasanum. Og slíkar ov illa umhugsaðar loysnir eru sum kunnugt av tí ónda, og mistøkini koma afturumaftur og verða afturlønt seinni í gráum kálvskinni.
Málið var púra greitt frammanundan. Løgtingið samtykti 2. mai 2003 einmælt, við 32 atkvøðum eitt uppskot frá landsstýrinum, at miðnámsskúli skuldi verða bygdur í Vági. Síðani tá hevur at kalla einki verið at hoyrt um nakra ónøgd við ta avgerðina.
So kom stóra orðaskiftið um ringa búskaparliga standin í Suðuroynni, serliga í Vági, og landsstýrið kom so við einum av sínum íkøstum til at bøta um ringa standin, nevniliga at byggja eitt røktarheim aftrat í oynni, og tað skuldi sjálvandi, sum rætt og rímiligt var, vera í Vági. Hetta var eitt gott uppskot og hevði útvegað eitt rættiliga munandi tal av arbeiðsplássum.
Men so kom landsstýrið við tí ófatiliga illa umhugsaðu treytini, at fingu vágbingar røktarheimið, so skuldi miðnámsskúlin, sum teir undir ongum umstøðum vilja av við, flytast av bygdini og til Hovs. Og hetta sjónarmið hevur løgmaður stívrent hildið fast við líka síðani. Hvat skal ein slík valdsstaðfesting gera gott fyri?
Øll vita væl, at tað eru fleiri fortreytir, sum landsstýrið hevur at umhugsa. Ein er tað aldagamla stríðið millum sunnara og norðara part av oynni, ella millum Tvøroyri og Vág. Tann grynsta og minst ábyrgdarfulla loysnin í hesum førinum er at finna eina geo-grafiska millumloysn, altso at leggja skúlan í Hovi. Grundgevingin, at tað verður styttri hjá teimum norðanfyri, verður sjálvandi uppvigað av, at tað jú verður longri hjá teimum sunnanfyri. Ein onnur fortreyt er, at almanna- og heilsuskúlin og miðnámsskúlin skulu byggjast saman. Tað hevur verið víst á frammanundan, at tað at broyta tekningarnar, so báðir skúlaformar kunnu hýsast undir somu lon í Vági, væl letur seg gera.
Røddir hava verið frammi um, at handils- og fiskivinnuútbúgving eisini skuldi vera á skúlanum og løgmaður nevndi enntá eisini tekniskan skúla. Tað er ikki bara lukkan, at nakrir fáir handilsskúla- ella fiskivinnuskúlanæm-ingar skulu ganga har við skerdan lut og fáa eina triðjarangs útbúgving. Tað hevur verið roynt áður, og tann royndin eggjar ikki uttan víðari til at verða endurtikin. Ið hvussu er skulu politikararnir gera sær greitt, hvat kostnaðurin er at fáa slíkum næmingum eina líkinda undirvísing og vera fúsir at rinda raksturin.
Og skuldi landsstýrið himprast við, at Vágur hevði fingið ov nógv, um tey eisini fingu røktarheim, so átti landsstýrið at vita, at Tvøroyri við sjúkrahúsinum og røktarheiminum hevur 110,5 fulltíðarstørv. So tað er langur vegur til Vágur verður vælsignaður við fleiri almennum føstum størvum.
Landsstýrið gjørdi eitt mistak við at nerta við miðnámsskúlan í Vági. Hevði landsstýrið verið so víðskygt bara at sagt, at teir høvdu samtykt, at eitt røkt-arheim kundi byggjast í Vági, so høvdu allir suður-oyingar innast inni frøtt seg av fullum huga. Og ynskið hjá landsstýrinum, um at øll oyggin gjørdist ein kommuna hevði gingið út av sær sjálvum innan stutta tíð, og so hevði meirilutin í Vágs kommunu sloppið undan at koma við hesum seinasta desperata uppskotinum.
Og tað hevði ikki farið eitt flindur av virðingini fyri landsstýrinum, um teir viðgingu, at teirra fyrsta uppskot ikki var gjøgnumhugsað so væl, sum tað átti.
Nú er málið so lagt til løgtingið til avgerðar. Tað skal vera okkara vón, at tinglimir eisini í hesum máli megna at hevja seg upp um vanligar taktiskar bindingar og fáa eina skynsama loysn á málinum.
Hon liggur ikki í fram-lagda uppskotinum í verandi líki.