Elin Hammer hevur seinastu 18 árini starvast í Kaffivogninum á Kaiini. Í dag er seinasti arbeiðsdagurin hjá henni, og í morgin taka nýggju eigararnir, Rannvá Leonson og dótturin Leona Nielsen, við at reka Kaffivognin.
<B normal"$?$end$!$ < STRONG>
Tað var ein heldur syrgin Elin Hammer, ið Sosialurin hitti í Kaffivogninum á kaiini í morgun. Á borðinum stóð ein risastór lagkøka við tekstinum: takk fyri góð og hugnalig ár, ið Elin av sínum eintingum hevði keypt til allar teir 70 kaffivinirnar, ið dagliga hava sína gongd í Kaffivogninum:
- Kaffivognurin á kaiini hevur verið mítt lív seinastu 18 árini. Eg havi verið her, síðan eg var 10 ára gomul. Nú eri eg troytt av tí, og havi hug til at royna okkurt nýtt. Í fyrstu atløgu havi eg ikki nakrar stórvegis ætlanir. Eg fari bara heim at slappa av, vera um mannin og njóta summarið, greiðir Elin frá..
Og hon ásannar somuleiðis, at hesi árini í Kaffivogninum hava verið strævin:
- Eg havi jú verið bundin 100 % at Kaffivognum sjey dagar um vikuna. Um eg onkuntíð veruliga havi ynskt at havt frí eitt vikuskiftið, havi eg verið noydd at ríma av landinum.
Men hóast Elin Hammer ikki angrar, at hon hevur selt kaffivognin, veit hon tó við vissu, at hon fer at leingjast eftir trygga og góða arbeiðsplássinum á kaiini,
- Eg fari at sakna kaffivognin og fittu, prátingarsomu arbeiðsmenninar sera, sera nógv. Eg kenni allar teir umleið 70 menninar, ið trúfastir koma hvønn tann einasta morgun til kaffi. Ongin teirra nýtist at siga, hvat teir skulu hava - teir koma bara inn um hurðina og seta seg niður. Eg veit akkurát, hvat hvør einstakur vilja hava.
Tíðarskeiðið Elin hevur arbeitt í Kaffivogninum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri hana:
- Eg eri at kalla uppvaksin her. Hesi árini eri eg eisini komin at kenna nógv fólk og havi fingið nógvar sera góðar vinir fyri lívið. Hetta er eitt einastandandi umhvørvi, ið eg fari at sakna ovurhonds nógv. Men nú má tað verða mín túrur at drekka kaffi her um morgnarnar, sigur Elin at enda.