Sorgin er kærleikans kostnaður

- Kærleikin kann hvørki seljast ella keypast, men kortini er hann kostnaðarmikil. Kærleikans kostnaður er sorg, og tann, sum elskar mest, má samstundis eisini gjalda hægsta kostnaðin. Hetta eru kærleikans fortreytir í eini tíð, har kærleikin er gjørdur til eina prostitueraða handilsvøru, sigur 61 ára gamli danski sálarfrøðingurin og gudfrøðingurin, Bent Falk, sum vitjar í Føroyum og mikukvøldið heldur almennan fyrilestur í Havn

61 ára gamli danski sálarterapeuturin og gudfrøðingurin Bent Falk hevur í mong ár gjørt seg galdandi og vunnið viðurkenning við sínum sálarterapeutisku og gudfrøðiligu verkum. Kendasta bók hansara er helst "Kærlighedens pris", og fer stórur partur av tíð hansara sum undirvísari og fyrilestrahaldari. Mánamorgunin kom Bent Falk saman við arbeiðsfelaganum Inger Bollerup til Føroya at halda tvørfakligt skeið á Landssjúkrahúsinum týsdagin, og mikukvøldið klokkan 19 heldur hann eisini fyrilestur um sambandið millum sálarfrøði og gudfrøði í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Høvuðsendamálið hjá Bent Falk hevur verið at gera sálarfrøðina og gudfrøðina brúkiliga og gerandisliga við at byggja brýr millum teori og praksis. Bøkur hansara hava eitt fænomenologiskt og eksistentialistiskt (tilverugrundað) útgangsstøði við kristnu trúnni sum snúningsdepli, og hetta eru hornasteinar og bakland hansara sum rithøvundur, prestur og privatpraktiserandi sálarterapeutur.

Prostitutión
Bent Falk fer fyrst á ein sera beinleiðis og kontantan hátt at svara spurninginum um høvuðsevnið í gitnastu bók síni, "Kærleikans kostnaður", og uttan nakran bleytan, abstraktan inngang fer hann beinleiðis til kjarnan í bæði sálarfrøðiliga og gudfrøðiliga boðskapi sínum.
- Kærleikin kann hvørki keypast ella seljast, men hóast tað hevur kærleikin altíð ein dýran kostnað. Vit menniskju kunnu ongantíð avrika nakað fyri at hava sanna kærleikan uppibornan. Vit kunnu ikki gerast nóg góð ella virðismikil til at fáa atgongd til kærleikan, av tí at sannur kærleiki í síni náttúru er treytaleysur og óuppiborin náði frá einum øðrum menniskja. Veruligur kærleiki hvílir í, at vit koma, sum vit eru, uttan at skula stríðast fyri at fáa hetta uppiborið, og tí kann kærleikin ikki keypast, sigur Bent Falk.
Gudfrøðingurin heldur, at mong okkara eru vorðin offur fyri eini avskeplaðari misfatan av fyribrigdinum kærleiki, har vit royna at rinda fyri og harvið keypa accept og sokallaðan "kærleika" frá okkara medmenniskjum, t.d. maka, vinum og familju.
- Alt, vit gera, fyri at fáa vald á kærleikanum, drepur í veruleikanum kærleikan. Í tí løtu, vit fara at gjalda fyri og keypa kærleikan, heldur kærleikin uppat, og tá gerst talan í staðin um prostitutión, har ein vøra verður seld við "líka fyri líka" meginregluni galdandi, sigur Bent Falk. Hetta er sambært honum eitt eyðkent rák í dag, sum tó altíð hevur verið undir sólini og er enn eitt dømi um menniskjans trongd at hava tamarhald á nøkrum, vit í veruleikanum ikki kunnu stýra.
- Í eini reklamu- films- og fjølmiðlamentan er kærleikin vorðin ein marknaðarførd vøra, vit við ymsum yvirfladiskum hættum skulu royna at gerast nóg virðismikil at fáa, t.d. við at hava røttu útsjóndina, røttu statussymbolini og rættan atburð, sigur Bent Falk. Hann vísir á, at vit í veruleikanum royna at fáa vald á kærleikanum frá medmenniskjum okkara, og at nógv forhold í dag eru bygd á, at vit skulu gera og avrika nakað, sum ger okkum nóg virðismikil.

Prísur uttan keyp
Spurdur, um hann kann taka eitt gerandisligt, praktiskt dømi um, nær kærleikin verður keyptur, tekur hann eitt hjúnarband sum dømi.
- Um tú í einum slíkum forholdi støðugt skal avrika og gera nakað fyri at blíva elskaður, so er tað í veruleikanum ikki teg, viðkomandi elskar, men heldur tað, tú gert. Hetta skal ikki fatast sum, at vit ikki eiga at gera tænastur og góðar gerðir mótvegis hvørjum øðrum, tvørturímóti, men hetta skal og kann ongantíð vera treytin fyri kærleika, sigur Bent Falk. Hann ger harvið mun á at gera/avrika nakað ávíst og bert at vera nakað ávíst í sær sjálvum, og tað er bert hetta seinna, sum kann elskast.
Sálarfrøðingurin biður lesaran aftur ímynda sær eitt par, har konan tekur sær av hússliga arbeiðnum, meðan maðurin nemur sær útbúgving. Tá tey fimm útbúgvingarárini eru farin, ætlar maðurin knappliga at fara frá konuni. Um konan so sigur, at her hevur hon gingið og gjørt mat, vaska og rudda fyri hann, og maðurin tekur undir við henni, broytir ætlan og sigur, at hetta jú er satt, so hevur hann júst selt og handilsgjørt sín "kærleika" til konuna.
- Tá hetta hendir, er talan ikki um sannan kærleika við nærleika, samveru og hita, og sannleikin er, at fleiri okkara eru sek í misgerðini at keypa kærleika frá okkara medmenniskjum við at bera okkum at á ávísan hátt, savna stig, vóna at fáa nakað afturfyri og á henda hátt halda kærleikanum uppi, sigur Bent Falk, áðrenn hann heldur fram í líknilsum.
- Um vit aftur ímynda okkum eitt par, har konan t.d. ikki hevur hug at fara í song við manni sínum, og hann síðani roynir at vera so fittur og góður sum gjørligt í gerandisdegnum fyri at broyta um støðuna, roynir hann í veruleikanum at keypa kærleikan frá henni. Um konan gevir seg og hetta eydnast honum, uppdagar hann skjótt, hvussu fátkæksligur og falskur hesin kærleikin í veruleikanum er, sigur Falk. Um tú við øðrum orðum t.d. hevur hug at keypa gentu tíni ein kjóla, skalt tú gera tað, um tú hevur hug at glaða hana, men ikki við motivinum at savna stig og royna at gerast uppiborin at fáa kærleika afturfyri.
Talan er í veruleikanum um somu meginreglu sum hana, Luther stríddist ímóti, tá frelsan í katólsku kirkjuni kundi keypast fyri pening. Sambært Falk royna vit á sama syrgiliga hátt at keypa kærleikan uttan at skilja, at hann ikki kann keypast. Hetta hóast kærleikin kostar, á sama hátt sum frelsan ikki kann keypast, hóast hon eisini kostar. Sostatt er kærleikin eyðkendur av einum ambivalentum paradoksið, har ein prísur skal rindast fyri nakað, sum ikki kann keypast.

Ektaða møtið
Eftir at hava lýst ómøguliga handilin sum stóra paradoksið í evnisviðgerðini av kærleikanum, fer Bent Falk undir at lýsa, hvat kærleikin hóast alt kostar.
- Hóast vit ongantíð kunnu keypa ella selja kærleikan, er hann dýrur, tí avleiðingin av kærleikanum er altíð sorg, og tann, sum elskar mest, rindar eisini hægsta prísin, sigur Falk. Eitt elskandi menniskja er sambært honum altíð prísgivið yvir fyri tí, sum verður elskaður.
Spurdur, hvussu hetta skal skiljast, ger hann mun á orðunum "pris" og "omkostning". "Pris" skal sambært Falk skiljast í áðurnevnda handilshøpi, meðan "omkostning" er ein kostnaðarmikil avleiðing, t.d. sorg, av nøkrum dýrabarum og undurfullum. Og júst Í hesum høpi kemur ein høvuðsboðskapur hansara aftur til sjóndar.
- Hóast kostnaðurin fyri kærleikan er dýrur, er hann avgjørt verdur at rinda, eisini tá tú t.d. noyðist at gjalda við tínum egna frælsi og tínum egna lívi, slær Bent Falk fast. Sambært honum er kærleikin tað týdningarmesta, neyðugasta og mest lívsjáttandi av øllum, og tí eiga vit at tora og vera villig til at gjalda kostnaðin fyri henda kærleikan, sum vit einki kunnu rinda fyri at ogna okkum og uppliva, men sum vit kortini mugu gjalda ein dýran kostnað fyri, tá vit uppliva hann.
- Sjálvt tað besta, kærleiksfullasta og mest idylliska sambandið millum menniskju hevur sín kostnað, tí um lívið ikki skilir okkum, so skilir deyðin okkum, og á henda hátt fer sorg, pína og líðing fyrr ella seinni at vera ein avleiðing av kærleikanum, sigur Bent Falk.
Tá vit tora at yvirgeva okkum, koma sum vit eru, vísa sanna andlit okkara, vera erlig uttan at fremja valdsmanipulatión mótvegis kærleikanum, uppliva vit sambært Bent Falk ektaða eksistentiella møtið við Gud og menniskju, sum síðani elvir til ábyrgd og "selverkendelse". Hetta merkir sambært Falk ikki, at tað er eitt krav at vera kristin og tilvitaður trúgvandi, um tú skalt vinna fram til ábyrgd, "selverkennelse" og ektaða møtið, men hann sigur, at við áliti og erligari hugsan verður títt "eg" til í møtinum við eitt "tú", og hetta er ektaða, sjálvrealiserandi møtið.
- Ikki fyrr enn vit megna hetta, føla vit okkum vælkomin í heiminum og megna vit at siga ja til lívið. Øll menniskju hava brúk fyri treytaleysum kærleika, og við at tora at leita eftir einum nøktandi svari á okkara tørvi, okkara longsli og siga ja takk gerast vit funktionell menniskju, slær Bent Falk fast.

Upplivingin
Sum áður nevnt tekur Bent Falk útgangsstøði í kristnu trúnni, og spurdur, um hann nýtir orku og tíð at argumentera fyri, hví kristindómurin fyri hann er álítandi, vísir Bent Falk á fænomenologiska, empiriska (erfaringsmæssige) spontanitetin, sum ikki kann grundgevast við støði í rationellari og teoriserandi ontologi (læran um tað verandi, uttan mun til hvussu vit uppliva tað).
- Fyri meg er kristindómurin viðkomandi, tí eg upplivi hann sum sannan, og tí boðskapurin appelerar til instinktiva spontanitetin. Hóast eg ongantíð logiskt kann prógva, at Bíblian er sonn, upplivi eg hana sum sanna, sigur Bent Falk. Hann vísir á, at tá hann sum 12 ára gamal las úr skriftini, at Jesus bað fyri fíggindum sínum miðskeiðis í pínslu og deyða sínum, fekk hann eina eksistentiella, empiriska erfaring av sannleika og tí góða, hóast hendingin ongantíð kann prógvast.
Sostatt kemur ein argumentatión til sjóndar, sum júst eyðkennir fænomenologisku eksistentialismuna, og "traditionen tro" nevnir Falk eksistentialistiska gudfrøðingin Søren Kierkegaard.
- Hóast eg ikki eri samdur við Kierkegaard í øllum, taki eg undir við hansara setningi um, at um tú hevur 17 orsøkir at trúgva, trýrt tú minni, enn um tú hevur 16, tí trúgv er ikki argumenterandi logikkur, men ein empirisk, primer uppliving. Ein trúgv, sum kemur frammanundan prógvi, undurverki og teknum, sigur Bent Falk og sipar í sama mundi eisini til danska fænomenologiska heimspekingin K.E. Løgstrup. Bent Falk vísir á henda hátt á, at øll trúgv er bygd á royndir (erfaringar).
Tað er týðuligt, at Falk argumenterar á einum empiriskum støði og ikki á tí matematiskt/logiska. Eitt menniskja kann t.d. ikki prógva matematiskt og logiskt, at tað er forelskað, men hinvegin hevur upplivingin í sær sjálvum eitt sterkt sannleikavirði, og hetta tykist eyðkenna hansara argumentatión.
Spurdur, um hetta er nóg mikið fyri hann at góðtaka kristindómin, og um ein ikki er noyddur at taka søguliga, vísindaliga og rationella umhugsan við á vegnum fram ímóti eini átrúnðarligari niðurstøðu, er Bent Falk greiður.
- Tað er munur á prógvið og sannleikavirði, og Bíblian tulkar uttan at prógva nakað. Hon leggur fram eina meining um menniskju, Gud, okkara tørvir o.s.fr, og saman við Bíbliuni upplivi eg Gud sum eina skapandi megi bæði í og uttanfyri okkara tilveru, sigur Bent Falk.
Sambært honum er tríeindin ein mynd av bæði tí transcendenta (uttanfyristandandi) í faðirinum og av tí immanenta (íbúgvandi) umboðað av heilaga andanum, sum sambært Falk eru tvey heitið at fáa okkum at skilja tað skapandi megina, vit kalla Gud.
- So saman við bíbilsku frásagnunum um Jesus upplivi eg, at Gud hevur traðka inn á arenaina, t.d. í skapanarverkinum, og sum ein dunkandi pulsur vísir hann seg, sigur Falk.

Guds rokning
Til seinast fer Bent Falk uppgávu okkara sum menniskju, og tað er í grundini at tora at raðfesta lívið framum lógina, ikki at hava ein paniskan ótta fyri at gera mistøk, at tora at yvirgeva seg og til seinast at tora at gera mistøk á Guds rokning.
- Hetta merkir ikki, at óndskapurin skal rættvísgerast, men treytaleysi kærleikin umfatar eisini skuldina. Hetta møtið okkara við umheimin uttan krøv hevur hjálpt mær í mínum sálarterapeutiska yrkið, og júst tað at koma sum man er og yvirgeva seg, er ein felagsnevnari í gudfrøðini og sálarfrøðini. Descartes segði "eg hugsi, altso eri eg", men eg havi hug at siga "eg yvirgevi meg, altso elski eg", sigur Bent Falk.
Við hesum ynskir hann at undirstrika, at tað eigur at vera pláss fyri líðingini, skuldini og mistøkunum, og í staðin fyri at burturfrágreiða og taka burtur líðingina í sær sjálvum, er aðalendamálið hjá sálarfrøðini heldur at viðgerða sjálvskaptu, neurologisku plágurnar við støði í boðskapinum um at gerast tann, tú í veruleikanum er.
- Vit mangla tað, 3-4 ára gomul børn hava. Henda virðismikla eginleikan at opna sinnið, vera erlig og hava álit á upplivingini í sjálvum sær, sigur Bent Falk, sum nikkar samtykkjandi, tá hann verður spurdur, um hetta kann kallast ein ótraditionell, positiv útgáva av naiviteti.
- Hetta er m.a. vegurin fram fyri okkum menniskju, endar Bent Falk, sum mikukvøldið hevur fyrilestur klokkan 19 í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í Havn.

CV:

Útbúgvin gudfrøðingur í 1972, prestur frá 1974-1992, klinisk pastorala útbúgving í 1979, sálarterapeutisk útbúgving (Jung-analysa) frá 1975-1979, Gestaltterapeutisk útbúgving frá 1980-1985 umframt spesialisering í 1994. Undirvísari og fyrilestrahaldari. Hevur verið privatpraktiserandi sálarterapeutur í Hellerup síðani 1982.

Heldur fyrilestur í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið klokkan 19