TRÝST PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel sum sá sínar menn tapa 0-2 ímóti KÍ á heimavølli í dag.
Ósigurin merkir, at AB framvegis er undir niðurflytingarstrikuni við átta stigum.
Sorin Anghel viðgongur, at AB spældi minni væl í dag í mun til aðrar dystir í lands- og steypakappingini seinastu tíðina. Tá liðið so heldur ikki tekur av málmøguleikunum sum koma ber ikki til at vinna.
Sorin Anghel staðfestir, at tað framvegis er bara eitt at gera hjá AB, og tað er hart arbeiðið.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av báðum málunum hjá KÍ, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hoyrast HER