Manshondbóltur
Einki er at ivast í, at vestmenningar vóru tendraðir, tá teir leygardagin hittu Tjaldur fyri heimaáskoðarunum. Tapið fyri StÍF hevði allar helst tikið fast hjá ærukæru leikarunum, og nú skuldi prógvast, at tann dysturin var ein svipsari.
Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn høllin var sannførd um, at her fór eingin ivi at vera. 10 minuttir skuldu ganga, áðrenn Tjaldur fekk fyrsta málið, og tá liðini fóru til hálvleiks, vóru longu 15 mál á muni.
Seinni hálvleikur var tískil bert ein avgreiðsluspurningur, og tó at tað gekst heldur frægari hjá Tjaldri hesa løtuna, so var tað ongan tíð nakar sum helst ivi um, at her var risa stórur munur á liðunum báðum.
Tapið var mistak
Hjá VÍF varð dysturin soleiðis ein greið ábending um, at hóast teir vóru fyri tapi á Skála herfyri, so er eingin ivi um, at liðið ætlar sær at vera við í fremstu røð. Har hevur Tjaldur hinvegin ikki so nógv at gera í fyrstu atløgu. Serstakliga ikki nú liðið er somikið hart rakt av skaðum, men í Runavíkini verður vónað, at eitt nú Sverri Justinussen og Mortan Hansen skjótt verða tøkir aftur, soleiðis at teir aftur kunnu gera nakað um seg. Tað tykist undir øllum umstøðum soleiðis, at skothóttanin í løtuni er avmarkað til Dragisa Stojovic, og einsamallur er tað ikki tað stóra, sum hann fær gjørt.
Vestmenningar hava eisini havt nakrar skaðar at dragast við, og eitt nú er Sámal Joensen í løtuni uttanfyri. Tað eru tó fá lið í landinum, sum hava slíka breidd, sum VÍF hevur, og tí skulu tað nakað væl meira enn ein ella tveir skaddir leikarar til, áðrenn gullvónin verður løgd á hillina, um hon nakran tíð verður tað yvirhøvur.
Dysturin í tølum
VÍF-Tjaldur 41-16 (20-5)
Málskjúttar:
VÍF: Áki G. Olsen 8, Áki Olsen 6, John Zachariasen 6, Ingi Olsen 5, Ólavur Brimnes 5, Piti Negru 4, Agnar Joensen 3, Fríðbjørn Seloy 2, Rógvi Nielsen 1, Petur Frank Joensen 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 7, Arngrím Arngrímsson 3, Zoran Sarcevic 3, Áki L. Hansen 2(1), Tórur Thomsen 1
Brotskøst: Tjaldur 4
Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 4
Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr H71: Gunnar Djurhuus & Jákup Símun Simonsen.