Sosialurin aftur tøkur á netinum

Skipanin hevur verið óvirkin síðan mánadagin

Síðan mánadagin hava ávísir trupulleikar verið hjá brúkarum at rita seg inn at lesa Sosialin á netinum.

Orsøkin var ein dagføring hjá veitaranum av síðuni, ið broytti mannagongdina í samband við innritan. Tí upplivdu fleiri brúkarar, at tey ikki sluppu at lesa blaðið á netinum.

Veitarin hevur nú skift aftur til gomlu skipanina, so at lesarar aftur kunnu rita inn við vanligu brúkaranøvnunum og loyniorðunum.