Barbara Holm er í dag sett í starv sum blaðstjóri á Sosialinum aftur at ábyrgdarblaðstjóranum, Eiriki Lindenskov.
Barbara Holm er fyrsti kvinnuligi blaðstjóri á Sosialinum.
Hon er bachelor í samskifti og sosialvísindum, og hon hevur starvast í Miðlahúsinum í fleiri tíðarskeiðum frá 1. oktober í 2008.
Seinasta árið hevur Barbara Holm verið redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum.
– Miðlahúsið er eitt sera spennandi arbeiðspláss, sum eg fegnist um at sleppa at vera við til at menna, sigur Barbara Holm.
– Vit hava fýra miðlar í Miðlahúsinum, sum vit skulu røkja hvønn dag. Tað krevur, at vit hava serligt fokus, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri í Miðlahúsinum.
Miðlarnir, sum verða røktir úr Miðlahúsinum eru Sosialurin, in.fo, tíðindini á Rás2 og og VikuBlaðið.