Sosialurin: Fáir skurðlæknar við førleikunum hjá Kristján Skúla

Tí ynskja sjúklingar at varðveita samstarvið við íslendska skurðlæknan

- Vit berjast fyri at varðveita hann, tí í umleið 90 prosent av førunum, kann hann fara inn og skava krabbameini og annað úr bróstinum og koyra nýggja protesu í. Tí er mangan bara neyðugt við einari skurðviðgerð. Tað er tað, ið nú verður broytt, tí tað eru so fáir skurðlæknar við hansara førleikum.


Tað sigur Súsan Joensen, ið er ein av fyrrverandi bróstkrabbameinssjúklingunum, ið hevur stríðst fyri at varðveita avtaluna millum íslendska skurðlæknan Kristjan Skúla Ásgeirrson og Landssjúkrahúsið.


Tað var í farna mánaði, at Jóanis Erik Køtlum, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, kunngjørdi at 10 ára gamla samstarvið við Kristjan Skúla Ásgeirrson endar 31. desember, tí sjúkrahúsverkið hevur gjørt nýggja avtalu um bróstkrabbaøkið við Aalborgs Universitetshospital.


Við Vikuskiftis-Sosialin ásannar Jóanis Erik Køtlum, at nýggju læknarnir ikki hava somu førleikar sum íslendski læknin, men at tað verður loyst á annan hátt.


- Læknarnir eru serlæknar í skurðviðgerð av bróstkrabba við drúgvum royndum. Teir hava ikki somu útbúgving sum Kristjan Skúli Ásgeirrson, sum út yvir at vera serlækni í skurðviðgerð av bróstkrabba eisini kann gera tær plastkirurgisku viðgerðirnar, sigur Jóanis Erik Køtlum og leggur afturat.


- Hetta verður í avtaluni við Aalborg loyst við at tær kvinnur, sum skulu endurskapa bróstini, fáa gjørt tað av tveimum læknum undir somu skurðviðgerð. Einum serlækna í bróstkrabbaviðgerð og einum í plastikviðgerð. Hesin leistur verður nýttur fleiri staðni, millum annað á Landspítalinum í Íslandi, har íslendsku kvinnurnar fáa sína viðgerð.


Til ber at lesa eina longri grein um stríðið um bróstskurðlæknan í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð. Blaðið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.